Grønlendsk vitjan á Toftum

Í hesum døgum eru umboð fyri Avannaata kommunu í Grønlandi á vitjan í Føroyum. Tey ynskja at gera seg meira kunnug við kommunala geiran í Føroyum.

Tey vitjaðu Nes kommunu í morgun, har Súni í Hjøllum, borgarstjóri, hevði eina framløgu um kommununa og greiddi frá, hvussu tey skipa seg í kommununi, tá talan er um tilboð, rakstur og íløgur.   

 

Eftir framløguna var høvi at seta spurningar og tosa nærri um ávís viðurskifti.

 

Palle Jerimiassen, borgarstjóri í Avannaata kommunu, greiddi stutt frá um teirra kommunu, og serliga um tær avbjóðingar, tey hava við høgum rakstrarútreiðslum, tí teirra kommuna røkkur yvir fleiri enn 1300 kilometrar.

 

Í Avannaata kommunu, eisini nevnd Nord kommuna, eru fýra býir og 21 bygdir. Fólkatalið liggur um 12.000, og býráðið hevur sæti í Ilulissat.

 

Í Nes kommunu siga tey, at gávurnar vórðu handaðar á løtuni til minnis um vitjanina.

 

Avannaata kommuna gav eitt model av hundasletu, sum eitt av teirra listafólkum hevur gjørt, og Nes kommuna gav tveir stakar, sum Joel Cole, listamaður, búsitandi í Saltnesi, hevur evnað.

 

##med2##

 

##med3##