Grotesk útvikling í skattamálinum

- Tað føroyska skattamálið útviklar seg enn meira andskræmiligt, skrivar danskur viðmerkjari.

Jens Christian Hansen, fíggjarligur og vinnuligur viðmerkjari á Berlingske Business skrivar aftur í dag um skattamálið hjá Eik - hesaferð um nýggjasta málið, sum Vikuskiftis Sosialurin avdúkar í blaðnum hesaferð. 

 

Les eisini: Avdúking í skattamálinum: Hetta snýr málið seg um

 

- Torben Nielsen, nevndarformaður í Eik, leggur nú fyri fyrstu ferð sjógv millum seg og dagligu leiðsluna í bankanum, skrivar Jens Christan Hansen, nú Torben Nielsen hóttir við at fara. 

 

 

Jens Christian Hansen vísir á, at Torben Nielsen illa kann koyra Súna Schwartz úr starvið sum bankastjóri, tí hesin er samstundis stjóri í TF Holding, sum eigur Eik Banka. 

 

 

Danski viðmerkjarin eftirlýsir, at kanningin av hesum málinum, sum Fíggjarmálaráðið hevur sett í gongd, eisini viðgerð spurningin um hvat hendi, tá ið handilin millum TF Holding og Fíggjarligt Støðufesti varð avgreiddur á heysti 2015 - mánaðir eftir Eik og TF Holding vistu um tær 90 milliónirnar, sum Taks tá hevði játtað. Ein veruleiki, sum Fíggjarligt Støðufesti einki visti um, fyrr TF Holding hevði keypt seinastu partabrøvini í Eik. 

 

 

Les viðmerkingina her: Grotesk Eik Bank-sag får formanden at true med at gå

 

 

Mánakvøldið ferð Kringvarpið at senda eina dokumentarsending um skattamálið hjá Eik.