Í Grundini gott, men...

Meðan nýggi pallurin, Grundin, riggaði stak væl til DJ tónleik og upphiting til bólkarnar á G! og eisini til eftirball, so høvdu kenslubornu røddirnar hjá dugnaligu tónleikarunum Jensinu Olsen og Guðrið Hansdóttir uppiborið eina meira intima og ikki minst innilokaða senu.

HUGLEIÐING

 

At hava konsertir í Grundini er eitt stak gott hugskot. Hugskotið hjá G! at brúka grundina til tónleik er feitt. Originalt og øðrvísi, og tí ógvuliga G!sligt. Tíverri riggar tað ikki so væl til inniliga stílin hjá singer-sangskrivarunum. Jensina Olsen og Guðrið Hansdóttir eru kanska bestu nýggju syngjandi songrøddirnar, vit eiga her heima, og tær høvdu uppiborið betri pall enn bumbaðu, sundurbrotnu grundina ovarliga í bygdini.

 

Altjóða støði

Hóast hetta, megnaðu tær tað ógvuliga væl. Løgini eru original, og røddirnar tað sama. Tær hava altjóða støði, onki minni. Og sambandið við áskoðararnar var stak gott. Stílurin riggar ikki til stóra pallin á sandinum hjá G!, so tí er ilt at hugsa sær annað enn Grundin. Púra rætt av G! at bjóða teimum við, um festivalurin vil varðveita imageið sum progressivi og nýskapandi pallurin í Føroyum. Men teimum átti at verið unt betri pall ella betri ljóðumstøður, um tað altso ber til á open air festivalinum G!

 

Áheitan

Konsertir í Grundini eiga heilt vist at halda fram. Men G! eigur at hugsa um, hvørt tað ber til at skapa eina meira intima senu. Tendensurin er greiður, at sera nógv av evnaríku, ungu tónlistafólkunum í Føroyum júst nú hava ein einfaldan, akustiskan, intiman stíl, sum egnar seg til smærri pallar. Áheitanin til G! 2008 má tí vera at skapa eitt alternativ til Spæliplássið og Grundina, sum gevur rúm fyri mongu dugnaligu intimu tónleikarunum í Føroyum. Men rós til festivalin fyri at skapa nýggja pallin, Grundina, sum er eitt hitt. DJ tónleikurin er akkurát G! Og gestirnir taka hann til sín, tað er onki at ivast í. G!o for it!