Søkt verður nú eftir nýggjum stóra til Framtak, sum er vinnurekandi grunnur. Stjórin skal taka við 1. oktober.
Tað vóru danska stjórnin og landsstýrið, sum stovnaðu Framtaksgrunnin í 1994. Grunnurin var partur av kreppuloysn fyri føroyska samfelagið. Í 1998 fór Danmark úr samstarvinum.
– Framtak er váðarfúsur og tolin íleggjari í føroyskt vinnulív við at seta partapenning og veita ábyrgdarlán bæði til nýggjar og verandi fyritøkur, sum ganga nýggjar leiðir, sigur grunnurin um seg sjálvan.
Framtak hevur sett pengar í eitt nú Smyril line og Skani Offshore.
Arbeiðsuppgávurnar hjá stjóranum eru eitt nú, at ráðgeva, røkja íløgur, greina og virðismeta, umboða Framtak, gera tilmæli til nevndina og fyrisita.
Freistin at søkja starvið er 1. september.
Eitt fólk starvast afturat stjóranum á skrivstovuni hjá Framtak.
Niels Dan West hevur verið stjóri í Framtak, men fer nú úr starvinum.