Grunnurin Nuuk-Reykjavík-Tórshavn

    

Býráðið lýsir einaferð um árið, nær stuðul verður latin úr grunninum til frama fyri samstarvi og fatan millum borgararnar og kommunustýrini í Nuuk, Reykjavík og Tórshavn.
Endamálið við grunninum er at veita fíggjarligan styrk til tiltøk ella starvsemi, ið kunnu menna samstarvið millum kommunurnar.
Stuðul uppá umleið kr. 300.000,00 kann verða latin einaferð um árið, og kommunurnar taka á felagsfundi avgerð um, hvør skal hava hann.
Í ár verður fundurin í juni mánað í Reykjavík.
Í 2002 vóru seks umsóknir úr Tórshavn, fýra úr Nuuk og níggju úr Reykjavíkar, og fingu hesi stuðul úr grunninum:

3a á Argja skúla fekk kr. 10.000,00 til Íslandsferð í sambandi við verkætlan.

Føroya Handilsskúla fekk kr. 25.000,00 til ferðaútreiðslur til Nuuk í sambandi við verkætlan.

Katrin G. Isfeld, læraralesandi, fekk kr. 10.000,00 í sambandi við starvs-venjing í Grønlandi.

Hondbóltssambandið Føroya fekk kr. 10.000,00 til venjingarlegu í Reykjavík hjá A-landsliðnum hjá monnum.

"Katuaq" grønlendska mentunarhúsið fekk kr. 33.800,00 til felags verkætlan um Grønland-Ísland-Føroyar "På godt og ondt".

Dúi J. Landmark fekk kr. 56.000,00 til dokumentarfilmin "Et løb imod nord".

Reynir Adólfsson fekk kr. 22.000,00 til hondverkaraframsýningina "Vestnorden Craft Show".

Gunnar þorláksson fekk kr. 22.000,00 til "Nordisk glæde-Ny livsstil".