Guðmundur Joensen vann Iron Man kapping í Írlandi

Føroyski triathlon-íðkarin, Guðmundur Joensen hevur enn einaferð gjørt ein vørr uttanlands.

 

Í stórari kapping í Galway í Írlandi eydnaðist tað Guðmundi Joensen at vinna kappingina í hálvum Iron Man í sínum aldursbólki.

 

120 luttakarar vóru í aldursbólkinum 25-29 ár, sum Guðmundur vann.

 

Kappingin nevnist "Ironman 70.3", og fara slíkar kappingar fram í nógvum londum.

 

Guðmundur var nummar trý aftaná svimjingina. Aftaná súkklingina var hann nummar tvey, og aftaná renningina var hann fyrstur á mál.

 

Tíðirnar hjá Guðmundi í tímum/minuttum/sekundum = Svimjing : 00:26:36 Súkkling: 02:22:13 Renning: 01:23:50 Samanlagt: 04:19:40