Guðrið Hansdóttir spælur á Baresso í SMS í dag kl. 14.00 ?Love is dead? er nýggja fløgan hjá Guðrið, sum kom út í vikuni. Guðrið er, saman við Eivør og Lenu, einasta kvinna, ið hevur verið í uppskoti til Planet heiðurslønina til bestu songkvinnu bæði árini.
Í dag verður so høvi at hoyra og síggja hesa nýggju tónleikastsjørnuna spæla live í SMS. Guðrið hevur fingið sera góð ummæli fyri sína nýggjastu fløgu og tónleik sín sum heild, og bæði tey stóru bløðini geva Guðrið nógva teigabreidd í ídag. M.a. er hon á forsíðuni í Vikuskiftisblaðnum, sum Sosialurin gevur út.