Guðrið stjóri á ílegu­sav­n­i­

Guðrið Andorsdóttir nýggj­ur stjóri á Íleg­u­savn­i­num
­L­and­s­stýr­is­mað­ur­in í heilsumálum hevur av­gjørt at seta Guðrið And­or­sdóttir í starv sum nýggjur stjóri á Íleg­u­savn­i­num.

Guðrið Andorsdóttir er 52 ára gomul og út­búgvin cand. scient. frá Uni­vers­i­tet­i­num í Oslo.
Guðrið hevur drúgv­ar starvs­royndir sum leið­ari á góðsku­deildini hjá Faroe Sea­food og Fisk­a­­virk­­ing tey sein­astu 17 árini. Hon hev­ur har­um­framt 5 ára royndir frá gransk­ing­ar­starvi í Noregi og Før­oyum. Somuleiðis hev­ur Guðrið sitið í Gransk­ing­ar­ráð­num í 10 ár og er stýrislimur í Vinnu­frama­grunn­inum.
Guðrið And­ors­dótt­ir byrjar í starv­i­num sum stjóri á Ílegu­savni­num tann 1. mars.