Guðrun leitar eftir sær sjálvari

Guðrun gjørdist kend frá degi til dags, og hevur tí ongantíð lært at gera arbeiðið frá botninum, men nú skal vend koma í.

Aftan á konsertina á Norðuratlantsbryggjuni fingu vit orð á Guðruna. Hon greiddi frá, at hon í løtuni spælir nógvar smærri konsertir runt kring Danmark. Hon hevur annars í nakrar mánaðar hildið fríð aftan á eitt sera virkið summar. Hon spældi m.a. á fleiri festivalum og stóru uttandura konsertunum Sommerrock.
Seinna fløgan hjá henni Wake Up, sum kom út fyrr í ár, hevur klárað seg illa. Talan var fyrst og fremst um coverløg, og hetta var nokk ikki eitt gott hugskot, heldur Guðrun.
Sáttmálin við útgávufelagið var bert fyri eina fløgu, og tí er hon leys av sáttmálanum nú.
 
Finnur seg sjálva
Nú brúkar hon tíðina uppá at finna seg sjálva. Hon skrivar so smátt tekstir, tí løg eru ikki nakað, ið hon er so dugnalig til. Men hon sigur, at hon hevur fleiri góð fólk rundanum seg, sum kunnu gera løg, men fyrst má Guðrun avgera hvørja leið, hon ætlar at ganga tónlistarliga. Hon minnir á, at alt hendi so knappiliga. Hon gjørdist kend frá degi til dags, og hevur tí ongantíð fingið roynt hetta við at mennast frá grundini.
Hon hevur ætlanir um at spæla eina demo inn og royna at fáa samband við onkrar útgevara, ið vil gera ein fløgu við henni.
 
Til Føroyar í januar
Guðrun Sólja Jacobsen sigur, at hon gleðir seg til at sleppa til Føroyar at spæla í januar. Tá skal hon á pallin í Norðurlandahúsinum á konsertini, ið Kvinna skipar fyri. Talan er um eina konsert við Eivør, Lenu og Guðrun. Kvinna skipaði fyri somu konsert í Falconer Salen í Keypmannahavn í summar, og tiltakið var útselt. Nú fáa føroyingar í Føroyum so høvið at hoyra tær. Guðrun sigur, at henni dámdi væl at luttaka á konsertini í Falconer Salen, og at tað verður stuttligt at syngja saman við hinum báðum aftur.
 
Livir av tónleiki
Guðrun sigur, at hon veit ikki, hvat framtíðin hevur at bjóða, men í løtuni livir hon av tónleiki, og hettta ætlar hon sær vónandi at blíva við við. Men hon vil fegin hava eina útbúgving at detta aftur á, og hevur avgjørt, at hon vil gerast kosmeotolog. Eg kann arbeiða onkrar dagar mitt í viku sum kosmeotolog, og spæla tónleik í vikuskiftinum sigur hon við einum brosi.