Guðrun Sólja á Mini Aqpik Jam

Eins og 200 var Guðrun Sólja á Atlantic Music Event í Norðurlandahúsinum í apríl vald at spæla á einum tónleika festivali í Grønlandi. Eins og Nipiaa Rock Festival, liggur Mini Aqpik Jam í býnum Aasiaat.

Hesin festivalur er dagarnir beint undan rokk festivalinum 29.-31. august, og er ein familjuvinarligur popfestivalur, Nipiaa er meira rokkkendur, og verður hildin 1.-3. september. Flux og Clickhaze hava fyrr spælt á Nipiaa festivalinum. Ætlanin var, at eisini Eivør skuldi luttaka á Mini Aqpik Jam, men tað lá tíanverri ikki fyri.