Nú er hon aftur! Síðan seinastu útgávuna í 2016 hevur verið lítið at hoyrt um Guðrið Hansdóttir, men kanska var tað bert ein skái, áðrenn hon brestur á aftur. Tann 23. apríl kl. 20 fer hon á pallin í Norðurlandahúsinum saman við sínum bólki fyri at vísa fram eina nýggja, útgávu, nevniliga “Gult myrkur”.
Útgávan er eitt samstarv við yrkjaran Lív Mariu Róadóttir Jæger, sum hevur skrivað allar tekstirnar, ið eru á føroyskum. Útgávan varð tikin upp í Studio Bloch og í E7 studio í Reykjavík í 2021. Mikael Blak, Janus Rasmussen og Sakaris Emil Joensen hava framleitt útgávuna. Tróndur Bogason gjørdi streingja- og kórútsetingar, og fleiri gestasangarar og tónleikarar eru við á útgávuni, m.a. Eivør Pálsdóttir, Hans Marius Ziska, Greta Svabo Bech, Benjamin Petersen, KATA, Fróði Hansen, Bjarki Hansen.
Røddin og akustiskur guitari eru berandi elementini, saman við streingjaljóðføri og elektroniskum rútmum. Løgini eru sárbær, innilig, hugvekjandi og bera vón um ljós í myrkrinum.
Í Norðurlandahúsinum traðkar Guðrið Hansdóttir á pallin saman við Mikael Blak, Mattiasi Kapnas, Per Ingvaldi Højgaard Petersen, Heðini Ziska Davidsen og Kata, og hon hevur Daniu O. Tausen við sær sum upphiting.