Gittar og sang duoin Guðrun og Bartal hava spælt inn eitt lag live á loftinum á Margarinfabrikkini og lagt tað á Youtube.
Guðrun og Bartal gjørdu veruliga vart við seg í fjør, tá debutútgávan “Vónin er” kom út. Teirra sermerkti og egni stílur, ið hevur fantastisku røddina hjá Guðrun og inniliga gittarspæli hjá Bartal í fokus, hevur vunnið teimum nógvar fjepparar, og fleiri útvarpshitt.
Nýggja lagið kann hoyrast og síggjast omanfyri og er í stíli í trá við restina av teirra tilfari.