Guðrun Sólja fer á festival

Stóra røddin av Tvøroyri syngur í Klaksvík í annaðkvøld

Guðrun Sólja Jacobsen gjørdist heimskend í Føroyum – og Danmark við – tá hon í 2003 tók lut í Stjerna for en aften, sum DR skipaði fyri. Guðrun Sólja gjørdi ikki mætari enn at vinna kappingina, og eingin ivi var um, at her var talan um eina rødd í serflokki.


Guðrun Sólja hevur støðugt fingist við tónleik síðani tá. Einstakar útgávur hava verið, og hon hevur eisini sungið til nógv tiltøk, umframt at hon dagliga starvast við tónleikafrálæru, har nýggir sangspírar kunnu fáa undirvísing frá einum av okkara allar fremstu innan yrkið.

Hóskvøldið spælir Guðrun Sólja Jacobsen á Summar Festivalinum í Klaksvík.