Guðrun Viderø í Líðini í tíðaravmarkað starv sum fyrstilærari í Sumbiar skúla

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Guðruna Viderø í Líðini í tíðaravmarkað starv sum fyrstalærara í Sumbiar skúla skúlaárið 2023/24. 

 

Hetta skrivar Barna- og útbúgvingarmálaráðið.

 

Guðrun Viderø í Líðini er 44 ára gomul. Hon tók læraraprógv í 2011, umframt at hon hevur tikið ymisk skeið og er í holt við skeið í leiðslu.

 

Hon hevur starvast sum lærari í Sumbiar skúla øll árini eftir lokna útbúgving. Harumframt hevur hon í tveimum tíðarskeiðum verið virkandi fyrstilærari í Sumbiar skúla og hevur røkt starvið sum settur fyrstilærari síðani 1. desember 2022.