TRÚBOÐARI
Skúlabørn, limir í Nobel-nevndini og myrklittir kenyanarar standa trunkaðir saman uttanfyri Grand Hotel í Oslo. Norskir løgreglumenn gera seg ítarsta til at halda stóru mannfjøldina í friði.
Øll eru tey komin hagar við einum fyri eyga. Og har kemur hon umsíðir. Myndamenn blitsa móti eini brosandi kvinnu í grønum kjóla við einum hvítum høvuðprýði. Wangari Maathai heilsar vinarliga uppá fólkini, áðrenn trygdarfólk føra hana inn í Ibsen-suituna, har hon hevur sett eina løtu av til ein norskan blaðmann. Evnið fyri samrøðuna er trúgv. Um hon altíð hevur trúð á Gud?
? Jú, tað havi eg. Fyri okkum er tað løgið at skula játta at ein trýr uppá Gud. Fyri okkum hevur tað aldrin verið ein spurningur um at trúgva ella ikki at trúgva.
Hvat er fyrsta minnið títt um Gud?
? Tá eg var ein lítil genta, var eg úti og savnaði inn fyri mammu mína. Tað eru slík arbeiði, sum smábørn fáa tá tey búgva úti á landinum. Tá minnist eg at mamma mín segði, at eg ikki mátti taka nakra frukt av fikutrænum. Hví?, spurdi eg. Tí tað er Guds træ, svaraði mamma. Eg haldi, at hetta var mín fyrsta andaliga uppliving, ? mín fyrsta mynd av Gudi.
Keldur við fikutræið
Frú Maathai brosar, fær sær ein munn av te'inum ? og fer so at siga frá um fikutræið. Tað er eitt vítt træ við sterkum rótum. Tað heldur moldini og forðar jarðarsliti (erosion). Træið hevur eisini sterkar røtur, sum spreingja sær veg niður í fjallið og letur upp fyri vatninum. Tú finnur næstan altíð eina vatnskeldu hjá fikutrænum.
? Eg var eftir vatni í kelduni við fikutræið tá eg var lítil. Nógv ár seinni varð træið høgt niður fyri at geva pláss til dyrking av te og kaffi. Tá tornaði eisini keldan. So tá eg byrjaði at arbeiða við umhvørvisspurningum, vendi hugur mín altíð aftur til hetta træið. Til Guds træ.
Í hesi samrøðuni millum móðir og dóttir liggur altso byrjanin til gróðursetingina av trøum í milliónatali, henda nærum profetiska handlingin, sum at enda ? nærum 60 ár seinni ? førdi hana til Noregs at taka ímóti Friðarheiðursløn Nobels.
Náturlig andaliggerðing
Hava tit afrikanarar eina størri nátúrliga andaliga síðu enn vit í Europa?
? Ja, tað hava vit. Viðurskiftini við Gud eru ikki ein spurningur um at trúgva ella ikki at trúgva. Tað er bert nakað sum er so: Gud er her, Gud er allarstaðir. Gud er ikki ein sunnudagsuppliving, hann er ein uppliving alt lívið. Gud var í øllum tú gjørdi ? í veltingini, í neytahaldinum, hann var tann, sum helt teg á lívi. Tú hevði ikki eina serstaka tíð at tilbiðja Gud. Hann var alt í lívi tínum.
Hvussu var tað tá at møta teimum katólsku nunnunum og teirra mynd av Gudi?
? Tað var ein øðrvísi Gud. Tað var ein Gud, tú mátti trúgva á. Meiri enn ein Gud, sum kundi málast og mátast. Tú byrjar við at geva Gudi eitt andlit. Eg fekk Gud at síggja gjøgnum eyguni á listamonnum, men eg var ung, og eg skilti tí ikki at myndirnar hjá Michelangelo bara vóru hansara hugsan um Gud.
? Eg byrjaði at hugsa um Gud sum ein, ið var á einum ávísum staði, ein sum er í himmalinum. Tú mátti trúgva á ein fastlagdan Gud, og tað var synd ikki at trúgva. ? Eg var ógvuliga ung, og góðtók at soleiðis átta tað at vera.
Og hvat trýrt tú í dag?
? So líðandi skilti eg at hetta var ein hvørvimynd - ein illusjón, sum skuldi fáa meg at skilja, men samstundis at tað ikki mátti blandast saman við veruleikan. Gud situr ikki bert á einari trónu, og himmalin er ikki einans eitt rúm, har tú finnur hann. Eg havi lært meg, at Gud er við mær, og at tann Gud, sum trúboðararnir lærdu meg um, er tann sami, sum foreldur míni trúðu á. Gud er EIN, har eru ikki fleiri.
Wangari Maathai minnist aftur á, at tá hon var lítil lærdi hon at Mount Kenya var Guds fjall, at Gud búði har. Nú sær hon, at tað ikki er nøkur ósemja millum tað og tann Gud, sum hennara kristna trúgv lærir.
? Gud er omnipresent, stendur í katekismuni. Um Gud er allarstaðir, so er hann sjálvandi eisini á Mount Kenya. Tað er eingin mótsetningur í tí.
Hvørja mynd hevur tú av Jesusi?
? Fyri meg er hann fyrst og fremst ein lærari. Hann umboðar tað besta: Miskunsemi og kærleika. Tá eg lesi í Bíbliuni, síggi er fyri mær at tað er hann sum tosar við meg, gjøgnum tað eg lesi. Tá eg fái eina uppgávu, hugsi eg mangan: Hvat hevði Jesus gjørt, um hann var her í hesi løtu? Og so royni eg at gera tað sama, hava sama atburðin.
Altíð góðska hjá Gudi
At stríðast fyri umhvørvinum hevur ikki altíð verið eins lætt hjá Wangari Maathai. Hon hevur møtt løgreglumonnum sum við stavum sínum lupu á mótmælisfólk, sum einans vóru vápnaði við smáum træplantum. Hon hevur sitið í fongsli. ? Hvar var Gud, tá hon upplivdi slíkt?
? Fyri mær er Gud altíð góðska. Og tá eg so møti myndugleikunum, tí eg royni at bjarga Guds skapanarverki, tá er tað vorðið klárt fyri mær at tað er Gud sum er skaparin. Hann skapaði náttúruna fyrst, trøini, vatnið, djórini, hann skildi vøtnini frá sjónum, hann setti summi djór í sjógvin og onnur á land. Fyrst tann sætta dagin skapaði Gud menniskjuni.
? Ofta er Bíblian tulkað soleiðis, at Gud skapti allar hinar skapningarnar fyri okkara skuld. Men eg havi skilt, at tað var ikki soleiðis Gud hugsaði. Gud sá at alt var gott, og hann segði, at alt var gott. Tað var ein góðska, sum ikki var bundin at øðrum, men sum var góð í sjálvum sær. Gud skapti ikki skapanarverkið fyri menniskjuni. Hann ynskti at vit skuldu liva í samljóði við skapanarverkið, og vera góðir forvaltarar.
? Eg royni at siga hetta við andaligar leiðarar í Kenya. Tá teir læra, at náttúran er til fyri menniskjuni, gevur tað okkum rættin til at ovnýta hana. Teir taka virðið frá øllum, sum vit ikki kunnu brúka. Vit skulu vara um nattúruna, tí Gud sigur at hon er góð, ? ikki tí at hon er hent hjá okkum.
Bíblian ein umhvørvisbók
Wangari Maathai er sannførd um, at Bíblian er nógvar ferðir betri sum inngongd til alt tos um umhvørvi, enn biologiskar og filosofiskar teori'ir um umhvørvisvernd. Tá hon ferðast runt í landsbygdum og lærir fólk at vara um náttúruna, so tosar hon nærum altíð úr frá Mósebókunum í Gamla Testamenti.
? Bíblian er ein verulig umhvørvisbók. Gera vit sum Bíblian sigur, fáa vit eitt gott lív, soleiðis sum tað var í Edens urtagarði.
Men tá tú ert í trupulleikum og mótstøðan gerst hørð ? kemur Gud tær tá persónliga til hjálpar?
? Lat meg siga tað soleiðis, at Guds rødd er í mær sum røddin á samvitskuni. So leingi eg eri í friði við røddina, so leingi havi eg tað gott, hóast tað veldur mær líðingar. Guds rødd í mær sigur mær, tað ið eg skal gera.
Var henda røddin við tær, tá tú tók ímóti friðarheiðurslønini?
? Eg hugsi tað. Guds rødd er har, hon gevur mær frið. Soleiðis eru míni viðurskifti við Gud, til skapara mín. Tað er ikki nakað, eg noyðist at hugsa um ella biðja um. Tað er ein felagsskapur, sum altíð er har. Í hesum havi eg frið.