Gudstænastan hevur altíð hugtikið meg

- Tað er sera hugaligt at verða vígdur og innsettur sunnudagin júst her í Kvívík, sigur 31 ára gamli Theodor E. D. Olsen. Eftir at hava lisið til prest tey seinastu árini, er dagurin nú komin at lata seg í nýggju arbeiðsklæði síni: Prestakjólan og kragan.

Kvívík: Tann 104 ára gamla kirkjan í Kvívík verður sunnudagin karmur um hesa heilt serligu hátíðarløtuna.

Við hesa gudstænastuna verður nevniliga tann 31 ára gamli Theodor fyrst prestvígdur og síðani innsettur sum sóknarprestur í Norðstreymoyar prestagjaldi.

Hetta verður ein stór løta fyri tann nýggja prestin, sum nú sleppur til verka. Men løtan gerst ikki minni av tí, at ætt hansara er úr Kvívík.

- Abbi mín hevði telefonstøðina í bygdini, og pápi mín var eisini ættaður hiðani. Og sjálvur havi eg mangan verið her sum smádrongur.

- Jú, hetta verður heilt vist ein serstakur dagur fyri meg, sigur Theodor stillisliga.

Mikudagin var hann á vitjan í prestagarðinum í Kvívík, har hann millum annað varð settur inn í tey meiri administrativu viðurskiftini í starvinum. Í gjár var hann til samtalu við Jógvan Fríðriksson biskup, og sunnudagin verður tann stóri dagurin.

Theodor er settur sum avloysari fyri sóknarprestin Marjun Bæk, sum fer í farloyvi hesa tíðina. Theodor flytur samstundis inn í prestagarðin á Kirkjuteigi at búgva.


Hugtikin av gudstænastuni

At Theodor nú verður vígdur og síðani innsettur sum prestur undir somu gudstænastu, er ein gamal dreymur sum umsíðir gerst veruleiki.

Hann hevur lisið gudfrøði í Keypmannahavn, men áðrenn hann kom so langt, hevði hann sum barn gingið í skúla í Sankta Frans skúla í Havn.

Her fekk hann eitt gott innlit í, hvussu tann katólski heimurin er skipaður og somuleiðis hvussu fólkakirkjan er skipað. Hann hevur tó ikki, sum kanska onkur annar, spælt prestur tá hann var barn.

- Men eg havi altíð verið hugtikin av gudstænastuni, slær hann fast.

Hetta var eisini ein týðandi orsøk til at hann fór at lesa gudfrøði við ynskinum um einaferð at gerast prestur í fólkakirkjuni.

Nú er dagurin so upprunnin, og sunnudagin verður hátíðargudstænasta í bygdini haðani ætt hansara stavar. Hetta er samstundis fyrstu ferð at ein prestur verður vígdur og innsettur í Kvívíkar kirkju.


Samstarva við øll

Tað var upprunaliga fráfarni biskupurin, Hans J. Joensen sum spurdi seg fyri hjá Theodori, um hann var hugaður at loysa Marjun av eitt skifti.

Í samráði við kirkjuráðini í økinum og nýggja biskupin, Jógvan Fríðriksson varð avgjørt at seta hann sum avloysara í Kvívík teir næstu tríggjar mánaðirnar, meðan Marjun fer í farloyvi.

Hesa stuttu tíðina skal Theodor røkja allar tær skyldurnar sum ein sóknarprestur eigur at røkja í økinum, og skal haraftrat arbeiða saman við hinum prestunum í Norðurstreymoy – Ingu Poulsen Dam í Vestmanna og Mogens T. Christensen í Hvalvík.

Theodor er opin av lyndi, og fer ikki at hava trupult við at samstarva við prestar og onnur fólk innan kirkjuna.

- Nei, eg kann samstarva við øll í kirkjuni – eisini við uppafturgift og kvinnuligar prestar, slær hann fast.


Strævin byrjan

Nú hann verður vígdur og innsettur er hann greiður um, at tríggir mánaðir ikki er long tíð at virka sum avloysaraprestur í eini sókn.

- Eg fari í øllum førum at gera mítt besta, soleiðis at alt verður í sama standi sum nú, ið eg fari í hetta starvið.

- Hetta var eitt so spennandi tilboð, at eg kundi simpelthen ikki siga nei til tað, sigur Theodor við einum brosi.

Hóast hann bert verður í hesum starvinum fram til 1. apríl, fær hann úr at gera. Umframt tær vanligu gudstænasturnar, nærkast tann næsta stóra kristna høgtíðin. Páskadagur er longu hin 23. mars.

- Jú, her verður nóg mikið at gera fram móti páskum, tí eg komi at hava bæði føstugudstænastur og fleiri gudstænastur á páskum.

- Men at tað verður nógv at gera beinanvegin, er í fínasta lagi, leggur hann aftrat.


Hoyvík og Vestre Fængsel

Sum sóknarprestur fer Theodor at hava nógv ymisk kirkjulig viðurskifti at røkja, millum annað at føra kirkjubøkurnar, umframt tær føstu tænasturnar í kirkjuni.

Ein onnur av teimum stóru uppgávunum hjá presti er at fyrireika og halda prædikur sínar. Hvat hetta inniber, veit Theodor longu nakað um.

Hann hevur nevniliga roynt at prædika á tveimum rættiliga ymiskum støðum: Nýggju kirkjuni í Hoyvík á jólum og í Vestre Fængsel í Keypmannahavn stutt frammanundan.

Á jólum er høvuðsboðskapurin at Gud gjørdist menniskja, tá Jesus varð føddur til jarðar. Hetta er ein gleðiligur boðskapur og er tí helst lættari at bera fram.

Men tað var ein annar tekstur og ein munandi øðrvísi boðskapur og ein heilt onnur “kirkja” at skula prædika í fyri fangunum í Vestre Fængsel.

- Teksturin til henda dagin úr Matteus kapittul 25 var um heimsins dóm. Her verður eisini nevnt um tað at sita í fangahúsi og at fólk koma at finna teg, ella tey als ikki komu hagar.

- So tú skilir, at skula fyrireika meg til hesa serligu prædikuna var ein serstøk avbjóðing, sigur Theodor. 







Boðskapurin fer ikki av móta


- Tað er altíð ein avbjóðing hjá okkum at tosa út frá einum teksti, sum fólk kenna út og inn. Kunsturin er at finna okkurt nýtt element og síðani draga tað fram, sigur nýggi presturin í Kvívík.


Til sunnu- og halgidagarnar í kirkjuárinum eru fastir tekstir at prædika út frá. Summir tekstir eru rættiliga stuttir, meðan aðrir eru longri og hava ymisk evni ella point at tosa út frá.

Sjálvur dámar nýggja prestinum best at tosa út frá tí, sum teksturin sjálvur leggur upp til og síðani draga gerandisdagin hjá fólki og nútíðina inn í prædikuna.

- Hinvegin so er tað ein veruleiki, at boðskapurin í Nýggja Testamenti er altíð aktuellur. Hesin boðskapurin fer ongatíð av móta!, sigur Theodor.

Hann er fult greiður um, at hann sum prestur altíð eigur at leggja seg eftir at tosa bæði týðiliga og greitt, soleiðis at kirkjufólkið skilir hvat tað er hann ynskir at siga.

- Ja, skilja tey ikki mítt mál og mín boðskap, so er tað mítt problem – ikki teirra. Uppgávan verður tí at formidla boðskapin soleiðis, at hann kann skiljast av menniskjum í dag, slær hann fast.

Umframt at hava lisið gudfrøði hevur Theodor millum annað starvast sum blaðmaður á Sosialinum. Hann veit tí nógv um, hvussu stóran týdning tað hevur at fáa sín boðskap fram.

- Tann stóri kunsturin hjá okkum sum bera Orðið fram er ikki at undirmeta, men heldur ikki at yvirmeta tey ið lýða á.

- Tá er nevniliga vandi fyri, at koma fólk í kirkju og hoyra nakað sum tey ikki fata, so koma tey kanska slett ikki aftur ella fara aðrar staðir!