Gull, bronsa og 21 finalupláss

Hóast føroysku svimjararnir høvdu í so knappa tíð til at skula umstilla seg til kapping í 50 metra hyli, so vóru tað yvirhøvur góðar tíðir sum svimjararnir fingu tær 63 ferðir sum tey kappaðust í gjár.

 

Av teimum, sum høvdu roynt at kappast í 50 metra hyli fyrr, vóru tað tey flestu sum betraðu um sínar bestu tíðir. Og tíðirnar hjá teimum bestu vóru nokk mest vegleiðandi í gjár, við tað at talan sum oftast var um at skula kvalifisera seg til finalur í dag og í morgin.

 

Føroyingarnarir fingu eisini tey bæði heiðursmerkini sum á pappírinum vóru í væntu í gjár í teimum fýra kappingunum, sum vóru beinleiðis finalur.

 

Mona Simonsen vann bronsuheiðursmerki í 800 frí við tíðini 9:33.57, og Pál Joensen vann gullheiðursmerki í 1500 frí við 15:40.93.

 

Í báðum førum var ikki talan um bestu tíð hjá svimjaranumm men nevnast kann tó at tíðin hjá Pál Joensen var betring av hansara egna stevnumeti hjá Reykjavík International frá í fjør, sum var 16:05.02, umframt væl undir ´íslandsmetið´ á 15:57.54, sum Ragnar Guðmundsson svam í 1988.

 

Yvirlit yvir føroysku luttøkuna sæst á svimjing.com