Eftir 1-1 við Margáir fáa meistararnir í HB í dag vitjan av silvurvinnarunum í ÍF. Fuglfirðingar taptu 3-1 á heimavølli ímóti KÍ í fyrsta umfari, og upptøkurnar vísa, at verjuspælið var ikki so sannførandi. Eitt nú sást, at fyrsta KÍ málið var úrslit av, at loysn ikki var funnin upp á avbjóðingina at finna nýggja skipan, tí eingin upplagdur vinstri vongverji er.
Í fyrsta umfarinum valdi Albert Ellefsen at tillaga skipanina soleiðis, at teir vóru tríggir í aftastu ketuni og fimm á miðvøllinum. Í tí skipanini er neyðugt, at síðuskjótingarnar rigga væl, og at teir ytstu á miðvøllinum eru tilvitaðir um sín leiklut í verjuspælinum. Hetta riggaði ikki heilt síðsta sunnudag, og tí er sannlíkt, at ÍF fer at venda aftur til fýra spælarar í aftastu ketuni, nú teir fara undir størstu avbjóðingina, sum tað ber til at ímynda sær.
HB er stórfavorittur, men tølini siga, at ein av orsøkunum til, at tað hevur gingið so væl hjá ÍF tvey tey seinastu árini er, at úrslitini í Gundadali ímóti HB hava verið góð. Í fjør var úrslitið málleysur javnleikur á ólavsøku, og fuglfirðingar minnast framvegis væl, tá ið tað í fyrraárið endaði við 4-1 sigri, og Clayton Soares skoraði hattrikk, og Jan Ó. Ellingsgaard skoraði eitt mál. Hann er nú á veg aftur til Fuglafirðar.
-Í 1. hálvleiki ímóti KÍ vóru vit greitt omaná, so vit hava ikki mist mótið, sigur verjuveteranurin hjá ÍF Bartal Eliasen.
Javnleikur við Margáir er ikki so galið, men HB venjarin er ikki nøgdur við úrtøkuna í fyrsta umfarinum:
-Tað verður sagt, at javnleikir á útivølli og sigrar á heimavølli bera langt, og vit kenna kontramaskinuna hjá EB/Streymi. Men hesa ferð áttu vit at havt vunnið. Vit vóru á odda ímóti vindinum, men vit missa undan vindinum. Tað var ikki nóg gott, og nú mugu vit koma fyri okkum aftur á heimavølli, sigur Heðin Askham.
Hjá ÍF er Høgni Zachariasen ikki tøkur orsaka av skaða í lærkrikanum, og hjá HB eru fýra ikki tøkir: Levi Hanssen er burturstaddur, Gunnar Haraldsen hevur trupulleikar í lærkrikanum, og S+imun Samueslen og Jógvan Rói Davidsen eru langtíðarskaddir.