Longu nú eru tvey gullheiðursmerki og eitt silvurheiðursmerki komin til høldar í svimjihøllini á oyggjaleikunum í Gibraltar.
Signhild Joensen hevur vunnið gull í 100 metrar ryggsvimjing. Signhild vann við tíðini 1:01.58. Gemma Atherley av Jersey var nummar tvey við tíðini 1:02.16. Emma Hodgson av Oynni Man var nummar trý við tíðini 1:03.94. Vinnaratíðin hjá Signhild er oyggjaleikamet.
Alvi Hjelm hevur vunnið gull í 400 metrar blandað. Alvi vann við tíðini 4:19.82. Robert Jones av Jersey var nummar tvey við tíðini 4:25.27. Charlie-Joe Hallett av Guernsey var nummar trý við tíðini 4:27.88.
Vár E. Eidesgaard hevur vunnið gull í 1.500 metrar frí. Vár vann við tíðini 16:47.54. Ray Embury-Brown av Cayman-oyggjunum var nummar tvey við tíðini 17:26.26. Lily Scott av Jersey var nummar trý við tíðini 17:35.76.
Róland Toftum hevur vunnið gull í 50 metrar bringu. Róland vann við tíðini 28.69. Charlie-Joe Hallett av Guernsey var nummar tvey við tíðini 29.82. William Russell av Guernsey var nummar trý við tíðini 29.82.
Óli Mortensen vann silvur og Alvi Hjelm vann bronsu í 200 metrar frí. Alex Bregazzi av Oynni Man vann gull við tíðini 1:49.63. Tíðin hjá Óla var 1:51.70. Tíðin hjá Alva var 1:51.76.
Barbara Debes, Vár E. Eidesgaard, Signhild Joensen og Rebekka Trygvadóttir vunnu bronsu í 4 x 50 metrar blandað. Tíðin hjá teimum var 1:57.79.
Oyggin Man vann við tíðini 1:55.51. Guernsey var nummar tvey við tíðini 1:57.58.
##ms##