Gullak selur milliarda fyritøku – døtur sleppa ikki at taka yvir

Føroyingurin í Hirtshals, Gullak Madsen, ein av ríkastu veiðimonnum í Danmark, vildi fegin havt døtur sínar at taka yvir reiðaríið. Trongar danskar reglar forða tó hesum

Tað skrivar danska blaðið Nordjyske. Gullak Madsen, sum er ættaður úr Kvívík og sum hevur virkað í Hirtshals síðani 1988, hevur nú gjørt av at selja reiðaríið Ruth til trý feløg. Hann vildi sambært Nordjyske helst havt døtur sínar at tikið yvir virksemi. Tað ber bara ikki til.

 

– Tað er eingin loyna, at eg helst hevði viljað, at næsta ættarlið fekk møguleikan at reka virkið víðari. Eg hava tríggjar fantastiskar døtur, sum hava allar egingleikar og viljan til at reka virkið víðari. Men tær eru ikki fiskarar á dekkinum, sum er eitt av krøvunum, sum verða sett fyri at kunna eiga eitt fiskifar í Danmark, skrivar Gullak Madsen í tíðindaskrivi.

 

Hann hevur tí býtt milliardstóra felagið í tveir partar.

 

Hann hevur upployst felagið GTM Holding og býtt ognirnar upp á 852 milliónir krónur í tvey nýstovnað feløg.

 

Tað eru aðrir føroyginar í Hirtshals, sum hava tikið yvir, familjureiðaríini Beinur, Asbjørn og AB Ocean.

 

– Fyri okkum hevur tað eftir Brexit verið tveir møguleikar – annaðhvørt at minka virksemi, ella at gera íløgur. Vit trúgva upp á framtíðini við fiskiskapinum, og vit trúgva eisini uppá, at marknaðurin fyri sunnar, burðardyggar og veðurlagsdyggar proteinir heldur fram við at vaksa. Tí hava vit gjørt hetta keypið. Tað er ein neyðug íløga í framtíðini hjá okkara virksemi, skrivar Fríðalvur Tindskarð, ein av eigarunum í hitshalsreiðarínum Beinur, í tíðindaskrivi, skrivar Nordjyske.

 

Sambært Gullak Madsen hava tvær serlógir á fiskivinnuøkinum í Danmark gjørt kappingarevnini hjá uppsjóvarvinnuni verri í mun til kappingarneytar í Norðuratlantshavi. Somu reglar hava avmarkað møguleikarnar hjá Gullak Madsen at halda fram við rakstrinum av Ruth í familjuni, og tað harmar hann:

 

– Tað er spell, at vit ikki í Danmark í 2023 hava somu karmar, sum dregur tey, sum duga og vilja fiska, at okkum. Tað ger okkum veikari í kappingini við restina av heiminum, og vit gera mismun á teimmum, sum ikki júst hava kropsligu førleikarnar at standa á einum skipsdekki. Eg vóni, at nýggja stjórnin fer at hyggja væl eftir hesum reglunum fyri fiskiskapin, so næstu ættarlið av sjófólki ikki enda í somu støðu sum vit, har tað ikki ber til at føra familjuvirksemi víðari, skrivar Gullak Madsen.

 

Kvívíkingurin Gullak Madsen er 77 ára gamal. Hann fór til Danmarkar í 1988, har hann byrjaði við at keypa eitt skip. Síðani er virksemið hansara vaksið til eitt av størstu virkjum í Danmark, sum hevur skapt tað milliardaogn, sum hann ræður yvir í dag.