Gullbrandur og liðfelagarnir javnaðu í 94. minutti

Sandnes ULF fekk eitt kærkomið stig við sær úr Kristiansand

U21-landsliðsleikarin, Gullbrandur í Horni Øregaard og liðfelagarnir í Sandnes ULF ferðaðust í dag úr Rogalandi til Kristiansand í Agder á suðurlandi Noregs fyri at spæla dyst móti gamla liðnum hjá Toda Jónsson, Start Kristiansand.

 

Gullbrandur spældi allan dystin fyri Sandnes, ið við máli hjá Tommy Høiland javnaði til 1-1 tá fýra minuttir vóru leiktir av tíðini dómarin hevði lagt aftrat.

 

Start legði seg á odda 1-0 tá ein hálvur tími var farin av dystinum, og vóru suðurlendingarnar leingi á sigurskós, men teir mistu sigurin heilt móti dystarenda.

 

Sandnes er nummar 11 í deildini við fýra stigum fyri fýra dystir. 

 

Komandi leygardag tekur Sandnes móti gamla liðnum hjá Kaj Leo í Bartalsstovu, Levanger á heimavølli.

 

Noah Mneney slapp á vøllin beint áðrenn dómarin bríkslaði dystin hjá Bryne av á útivølli móti Raufoss. Liðið hjá Noah, Bryne vann dystin 1-0 við sigursmáli portugisiski áleyparin, Duarte Moreira skoraði í 71. minutti.

 

Klokkan vísti 94 minuttir tá Noah slapp á vøllin.

 

Bryne er nummar seks í deildini við seks stigum fyri fýra dystir. Bert tvey stig eru upp til oddaliðið, Sogndal sum hevur átta stig.

 

Komandi leygardag tekur Bryne móti júst Sogndal á heimavølli.