Gullbrandur og liðfelagarnir vóru fyri stórtapi

Sandnes ULF fekk oyruni í maskinuna í Oslo

U21-landsliðsleikarin, Gullbrandur í Horni Øregaard spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnar í Sandnes ULF spældu dyst á útivølli í næstbestu norsku fótbóltsdeildini móti Lyn Oslo.

 

Tað gekk av skriðuni hjá Sandnes, ið mátti leggja rygg til eitt 0-5 stórtap. Lyn var á odda 2-0 í steðginum.

 

Sandnes er fjórðaftast í deildini við níggju stigum fyri níggju dystir.

 

Vegna Gullbrand kunnu vit tó fegnast um, at hann hevur fingið fulla spælitíð seinastu níggju dystirnar.

 

Komandi mánakvøld klokkan 18 tekur Sandnes móti Kongsvinger á heimavølli.