Gullbrandur slapp ikki við Sandnes til Kongsvinger

Føroyski U21-landsliðsleikarin, Gullbrandur Øregaard hevur verið við skerdan lut seinastu dystirnar hjá Sandnes ULF

Botnliðið í næstbestu norsku fótbóltsdeildini, Sandnes ULF hevur seinastu fýra dystirnar roynt at klára seg uttan eginleikarnar hjá føroyska U21-landsliðsleikaranum, Gullbrandi í Horni Øregaard. 

 

Í næstseinasta, triðseinasta og fjórðseinasta dystinum var Gullbrandur í hópinum uttan at sleppa á vøllin. Í kvøld var Gullbrandur ikki eingong í hópinum, tá Sandnes tapti 0-1 fyri gamla liðnum hjá Juliani Johnssyni, Kongsvinger á útivølli.

 

Sandnes ULF tapti eisini teir báðar undanfarnu dystirnar, og er liðið úr Rogalandi aftast í deildini við 13 stigum aftaná 20 dystir.

 

Sandnes hevur fimm stig upp til triðaftasta plássið, ið gevur rætt til at spæla um upp- og niðurflyting aftaná lokna kapping. 10 dystir eru eftir at leika, so Sandnes kann enn bjarga sætinum ella fáa ein eyka møguleika at bjarga sætinum í næstbestu norsku fótbóltsdeildini. 

 

Komandi sunnudag klokkan 13.30 tekur Sandnes móti greiða oddaliðnum, Vålerenga sum er fremst við 45 stigum, sjey stig frammanfyri nummar tvey, Bryne sum hevur 38 stig. Tað verður torført hjá Sandnes at fáa stig í tí dystinum. 

 

Aftaná tað kann Gullbrandur saman við hinum í føroyska U21-landsliðshópinum fokusera upp á EM-undankappingardystirnar móti Kroatia á útivølli 5. september, og á heimavølli móti Grikkalandi 10. september. Tá fær Gullbrandur sannlíkt møguleikan.