Gullið kom heim í dramatiskum dysti

Føroysku flogbóltskvinnurnar vunnu 3-2 í finaluni á Saremaa í dramatiskum dysti. Eftir ein niðurtúr miðskeiðis í dystinum vunnu føroyingar fimta settið, og sostatt varð gullið endurvunnið

 

Føroyingar fingu góða byrjan, og tær vóru á odda 3-0 í fyrsta setti beinanvegin í dystinum. Serliga góvu servurnar hjá Alvildu Ólavsdóttir mótstøðuliðnum trupulleikar.

Síðani gjørdist javnari miðskeiðis í settinum, men føroysku kvinnurnar megnaðu aftur at leggja luft millum seg og Saremaa, og føroyingar vunnu settið sannførandi 21-15. Sera góð byrjan hjá føroysku kvinnunum.

Í øðrum settið helt góða spælið hjá føroyingum á, og tær vóru á odda 8-3 áðrenn langt var umliðið. Eftir hetta tóktist trupult hjá Saremaa at koma innaftur í næsta settið, og føroysku kvinnurnar høvdu greiða yvirvág. Tær koyrdu eisini næsta settið heim, og tær vunnu heili 25-16. Sostatt sá út til, at kvinnurnar stevndu móti at endurvinna gullið fyri tveimum árum síðani. Føroyska spælið hevði stutt sagt verið sera gott, og ikki var líkt til, at Saremaa hevði møguleika at koma innaftur í dystin.


Komu í ein aldudal

Men kvinnurnar úr Saremaa vóru hamskiftar, tá byrjað varð uppá triðja settið. Áðrenn føroyingar fingu gongd á spælið, var støðan 7-1 til Saremaa, og nógvir feilir vóru at síggja á føroysku liðnum. Men eftir time-out og rætting uppá mistøkini komu okkara kvinnur aftur eftir niðurtúrin fyrst í settinum. Men kvinnurnar komu innaftur í ein aldudal, og spælið var óstøðugt. Kvinnnurnar hjá okkum vóru aftanfyri 22-14, og endaliga úrslitið í triðja setti var 25-18 til Saremaa. Sera stórur munur á spælinum hjá føroyingum frá fyrsta og øðrum settið samanborið við triðja sett.


Máttu út í fimta sett

Fjórða settið var sera javnt, men Saremaa hevði eins og í triðja settið yvirvág. Tá støðan var 16-10 til Saremaa, varð time-out, og føroysku kvinnurnar skuldu nú finna ein hátt at koma inn aftur í dystin. Føroyar tók seg spakuliga inn á Saremaa, og eitt skifti var 21-17 til Saremaa. Føroysku kvinnurnar megnaðu tó ikki at vinna settið og harvið dystin, og Saremaa vann settið 25-18.

Nú var neyðugt at fara út í fimta og avgerandi settið, og finalan á Oyggjaleikunum í kvinnuflogbólti 2001 skuldi avgerast við hesum setti.


Sigurin kom heim

Eftir javna byrjan fekk Føroyar spælið at rigga, og blokkurin og álopsspælið kom veruliga í gongd. Tað var júst hetta, sum ikki hevði riggað í 2. og 3. settið. Frá at vera frammanfyri 9-8 komu tær upp á heili 14-8, og so høvdu føroysku kvinnurnar heili seks matcbóltar. Fyrsti matchbólturin var ein serva sum bleiv ov long, men í næsta bóltinum sveik føroyska manningin ikki, og sostatt var gullið veruleiki. Føroyingar fingu endurreisn eftir tvey vánalig sett, og við trimum settum móti tveimum hava føroysku flogbóltkvinnurnar vunnið gull á Oyggjaleikunum á Man 2001.