Tað er meiri enn einaferð endað við samanbresti og hundabiti, tá Brøndby og FCK hava spælt dyst.
Feløgini eru tvey tey størstu í Danmark, og tey leggja sera nógv í dystirnar móti hvørjum øðrum. Í kvøld bresta tey enn einaferð saman, og dysturin hevur alstóran týdning, bæði fyri kappingina um ræðið í høvuðsstaðnum og fyri meistaraheitið.
Brøndby er fremst í superliguni, og fýra stig aftanfyri ? á einum greiðum 2. plássi ? liggur FCK. Skulu Todi Jónsson og hansara liðfelagar gera sær vónir um gull í kappingini í ár, mugu teir fáa í minsta lagi javnleik í kvøld.
Tað mangla framvegis 14 dystir av donsku kappingini, og stigini eru mong eftir at spæla um, men tað verður torført hjá FCK at vinna innaftur á Brøndby, um teir fara sjey stig aftur um í kvøld.
Tveita
ófriðarkroppar út
Dystirnir millum Brøndby og FCK savna fólk sum eingir aðrir dystir í donsku kappingini, og øll plássini á Brøndby Stadion til gulldystin í kvøld eru útseld fyri fleiri vikum síðani.
Vaktarhaldið til dystin verður strangt, og fyri fyrstu ferð nakrantíð sleppur FCK at hava síni egnu vaktarfólk við til dystin. Royndirnar eru ikki tær bestu, tá vaktarfólk hjá Brøndby hava roynt at hildið skil á FCK-viðhaldsfólkunum, og tí fer Brøndby fyri fyrstu ferð at samstarva við FCK um vaktarhaldið til stóra dystin í donskum fótbólt.
Løgreglan í Keypmannahavn hevur roynt at fingið dystin fluttan til seinnapartin sunnudagin, tí tað eru nógv drukkin fólk í býnum fríggjakvøld, og tað kann verða viðvirkandi til, at viðhaldsfólk hjá teimum báðum feløgunum bresta saman. TV2 skal senda frá dystinum, og teir hava sett seg ímóti at dysturin verður fluttur.
Formenninir í viðhaldsfeløgunum hjá bæði teimum gulu í Brøndby og teimum hvítu í FCK mæla til frið á áskoðaraplássunum í kvøld, og teir hótta enn einaferð við at tveita ófriðarkroppar úr viðhaldsfelagnum. Brøndby hevur størsta viðhaldsfelagið í Danmark, og teir hava tríggjar ferðir so nógvar limir sum teir 5.000 hjá FCK. Eisini stjórin í FCK, Flemming Østergaard, hevur verið alment frammi og biðið áskoðararnar halda sær í skinninum undir dystinum.
FCK hevur fingið 3.100 av teimum knapt 18.000 atgongumerkjunum til dystin, og tað er tað hægsta talið av áskoðarum, sum eitt útilið nakrantíð hevur fingið við til dyst á Brøndby Stadion.
Todi í harðari kapping um pláss á liðnum
Á vøllinum fara nakrir av teimum bestu og kostnaðarmiklastu fótbóltsspælarunum í Danmark at dystast, og bæði Brøndby og FCK hava sterkari lið nú enn seinastu tey hittust.
Hjá FCK eru spælararnir so nógvir í tali og so javnt góðir, at venjarin Kent Karlsson má velja klassaspælarar frá, tá hann setir liðið. Kappingini um tey tvey plássini í álopinum er hørð, og hon stendur serliga millum teir tríggjar Toda Jónsson, David Nielsen og Thomas Thorninger.
Í dystinum seinasta vikuskiftið byrjaðu David Nielsen og Todi Jónsson í álopinum, men hvørgin gjørdi serliga vart við seg. Tað gjørdi Thomas Thorninger hinvegin, tá hann kom á vøllin fyri føroyska álopsmannin, og tað er nógv sum bendir á, at ljóshærdi århusianarin byrjar á vøllinum í kvøld. Ger hann tað, er tað greitt, at svenski venjarin hjá FCK má seta antin David Nielsen og Toda Jónsson á beinkin, og har tykist kappingin at verða púra jøvn.
Seinast FCK og Brøndby spældu var Todi Jónsson stóri spælarin, og hann gjørdi mál, sum aftaná varð skýrt at verða tað besta í superliguni í nógv ár. FCK-venjarin hevur eisini stórt álit á Toda, og hann veit, at klaksvíkingurin kann avrika slíkt, sum avgera toppdystir. Tí er vist, at Todi Jónsson sleppur á vøllin í kvøld, men spurningurin er um tað verður frá fyrsta bríksli ella sum jokari í seinna hálvleiki.