Jákup Mørk
Stjørnan-VÍF 23-23 (15-12)
Einki var at ivast í, at tað vóru tvey av sterkastu kvinnuliðunum í landinum, sum brustu saman í Klaksvík sunnudagin.
Verandi føroyameistararnir úr Stjørnuni tykjast á pappírinum ikki at vera nakað viknaðar. Kanska heldur øvugt, tí vónirnar til Vesna II, ella Vesna Radovic, munnu í øllum førum vera stórar.
VÍF, sum gjørdi onkran vørr í fjør, og sum millum annað var einasta lið, sum vann í Stjørnuni í Klaksvík, hevur eisini spílað seg rættiliga út undan árinum. Afturat Ioana Rápa, sum nú á triðja ári spælir við besta kvinnuliðnum, hevur felagið í eisini fingið málverjan, Manuela Stan, og útileikaran, Nikoletta Rodu. Eisini hevur liðið fingið tilgongd av frægum føroyskum leikarum, so alt í alt tykjast tær sterkari í ár, hóast missin av Jacklin Djurhuus.
Togaðu og mistu
At byrja við var eisini líkt til, at talan skuldi gerast um ein javnan dyst í KÍ-høllini.
Eftir at gestirnir høvdu lagt seg á odda fyrstu løtuna, táttaði Stjørnan í aftur, og fram til einir 10 minuttir vóru eftir av hálvleikinum fylgdust liðini sera væl.
Seinastu løtuna tóktist tað tó, sum um orkan var um at ganga undan hjá gestunum. Takkað verið Rannvá Andreasen í Stjørnu málinum, kundi heimaliðið seta fleiri mótálop í lag, og moyru vestmannagenturnar fingu ikki gjørt tað stóra, til tess at forða, at heimaliðið kundi fara til hálvleiks við eina trý mála leiðslu.
Hjá heimaliðinum ráddi sostatt mest um at halda fast um leiðsluna, tá farið varð út aftur eftir steðgin, men tað var tó skjótt, at gestirnir fingu snarað hesum á høvdinum.
Fyrstu 10 minuttirnar eftir steðgin vildi als einki rigga hjá heimaliðnum. Einar tvær ella tríggjar ferðir høvdu tær góðan møguleika at skora, men hvørja ferð endaði alt kortini við, at VÍF skoraði í hinum endanum.
Gestirnir komu fram um við tveimum málum, men hóast Stjørnan eftir eitt time-out fekk skil á aftur, so megnaðu tær ongantíð at toga seg fram um aftur gestirnar tað, sum eftir var av dystinum.
Málverjin hevði avgerandi leiklut
Sum nevnt, so tóktust VÍF genturnar at vera heldur moyrar móti endanum av fyrra hálvleiki, og hetta tóktist eisini vera lagið, nú seinni hálvleikur tók at lakka.
Serliga var tað skjóta Andriana Milodanovic, sum nú fór at gera um seg, og tað sigur eisini eitt sindur, at av teimum átta málunum, sum Stjørnan fekk í seinna hálvleiki, stóð navn hennara á seks teirra.
VÍF helt tó alla tíðina nevið framman fyri heimaliðið, og tá ein minuttur restaði, fingu tær aftur lagt seg á odda.
Stjørnan fekk heldur ikki mál næsta álopið, og tí matchbólturin at kalla spældur yvir til gestirnar seinastu løtuna. Hetta vildi Rannvá í málinum tó ikki hava sitandi á sær.
Meðan meginparturin av liðfeløgunum stóðu býttar og hugdu at, fór hon sjálv avstað í kontraálop. Komin niðan á miðjuna tveitti hon bóltin til eina leysa Andrianu, sum eisini var farin í álop, og henda kundi so skjóta seinasta málið í dystinum.
Gamaní var framvegis ein minuttur eftir at leika, men hvørgin parturin fekk tó nýtt hetta til nakað sum helst, og gjørdist javnleikur sostatt endaliga úrslitið.
Verður helst spennandi
Javnleikurin mundi tó heldur ikki vera av eini leið, hóast tað helst vóru gestirnir, sum iðraðu seg mest um hendan. Frá teirri løtu, at tær løgdu seg á odda, megnaði Stjørnan ongantíð at toga seg fram um aftur, men hinvegin fekk VÍF heldur ikki skrykt seg leysan.
Við verandi stigaskipan hevur hetta tó fyri fyrst við sær, at hvørki av liðunum misti nakað við javnleikinum, men hinvegin fingu tær heldur ikki skapt nakað hol niður til mótstøðuna.
Hvørt hetta fer at eydnast liðunum seinni í ár, er enn ein ósvaraður spurningurin, men í øllum førum bendir tað á tað borðið, at svarið á hendan eisini er svarið upp á FM-spurningin.
Dysturin í tølum
Stjørnan-VB 23-23 (15-12)
Málskjúttar
Stjørnan: Andriana Milodanovic 8(2), Anna K. Samson 5, Vesna Tomajek 4(3), Annika Ljósstein 3, Vesna Radovic 1, Joan M. Joensen 1, Birgir Ryan 1
VÍF: Ioana Rápa 8, Fríða Marjunardóttir 5(1), Sóleyð Mikkelsen 4, Nikolina Eyðbjørnsdóttir 3, Nikoletta Radu 1, Randi Kúrberg 1, Alice Høghamar 1
Brotskøst: Stjørnan 7, VÍF 2
Útvísingar: Stjørnan 3, VÍF 3