Føroyar hava í kvøld gjørt upp við ljótu hagtølini ímóti Kekkia.
Fyri fyrstu ferð yvirhøvur hava Føroyar í kvøld í fótbóltslandsdysti skorað mál ímóti Kekkia Málskjútti var miðverjin Gunnar Vatnhamar. Innskifti Adrian Justinussen legði við horna innfyri úr høgru, og mitt fyri málinum og úr stuttari fjarstøðu drønstútaði Gunnar Vatnhamar bóltin í málið. Hetta var 10. dysturin ímóti Kekkoslavakia (2) og Kekkia (8), og hetta var fyrsta málið hjá Føroyum í hesum uppgerðunum.
Tá restaðu tað sjey minuttir av vanligu leiktíðini, og fagnaðurin var stórur í føroysku leguni. Bæði tí hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at tað í tíggjundu royndini eydnaðist Føroyum at fá bóltin í kekkiska málið, og ikki minni tí støðan nú var 1-1.
So luktaði tað av álvara av fyrsta stignum í hesi HM undankappingini. Men kekkisku spælararnir megnaðu at svara aftur og skora 2-1 sigursmálið. Tá restaðu tað fimm minuttir. Innleggið úr vinstru var sera neyvt, og millum tveir føroyskar verjuspælarar stakk Patrik Schick seg upp og stýrdi við høvdinum bóltin í málið.
Tað var eisini Patrik Schick, sum var málskjútti, tá ið Kekkia miðskeiðis í fyrra hálvleiki legði seg á odda 1-0.
Heimaliðið var fyri tað mesta á bóltinum. Hanus Sørensen fekk eftir lítið korter stóran møguleika at leggja Føroyar á odda, tá ið hann var leysur innanfyri heimaverjuna, men royndin av brotsteigarmarkinum var ikki nóg dygg, og so hálvbjargaði málverjin.
Føroyska verjuspælið var støðugt væl skipað,
-Teir høvdu yvirvág og møguleikar og støður. Tá ið tað so seint í dystinum eydnaðist at javna, so kennist tað sum vónbrot, at tað ikki eydnaðist at vinna stig. Teir høvdu nógvar støður og innlegg, og teir eiga dugnaligar spælarar, so tað er einki at siga til, at teir vunnu. Men tá ið vit vóru so nær við, so er tað sjálvandi eitt vónbrot, sigur Eyðun Klakstein landsliðsvenjari við Trónd Arge í Kringvarpi Føroya.
Hóast vónbrotið, so sigur venjarin seg vera nøgdan við avrikið, ið var tætt at tí, sum tað var ætlað.
Eftir steðgin var avrikið betri, enn tað var undan steðginum, og landsliðsvenjarin heldur, at avrikið í kvøld er gott at byggja víðari á, tá ið landsliðið týskvøldið fer at spæla í Montenegro.
-Tað kendist sum um, at vit vóru á veg ímóti javnleikinum, og tí eri eg sera vónbrotin, sigur málskjúttin Gunnar Vatnhamar. Málið viðmerkir hann soleiðis:
-Hornasparið frá Adrian Justinussen var sera gott, so tað var bara hjá mær at seta pannuna á. Men tíverri var tað ikki nóg mikið til at fáa stig, sigur Gunnar Vatnhamar, sum í kvøld var málskjútti fyri triðju ferð í sínum 46. landsdysti.
Kekkia – Føroyar 2-1 (1-0)
HM undankappingardystur
Leygardagin 22. mars 2025 kl. 19.45 á Malšovická aréna í Hradec Kralove í Kekkia
1-0: Patrik Schick 25.
1-1: Gunnar Vatnhamar 83.
2-1: Patrik Schick 85.
Dómarakvartett úr Slovenia: Rade Obrenović, Jure Praprotnik, Grega Kordež og Martin MatošaDómarakvartett úr Slovenia: Rade Obrenović, Jure Praprotnik, Grega Kordež og Martin Matoša
Føroyar: Bárður á Reynatrøð – Jann Benjaminsen ( Jóannes Kalsø Danielsen, 39.), Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen – Árni Frederiksberg (Adrian Justinussen, 79.), Hallur Hansson (René Shaki Joensen, 64.), Brandur Hendriksson Olsen (Páll A. Klettskarð, 79.), Hanus Sørensen – Petur Knudsen (Meinhard E. Olsen, 64.)
Á beinkinum: Mattias H. Lamhauge, Ari í Haraldstovu Petersen, Samuel Johansen Chukwudi, Arnbjørn Svensson, Noah Mnenéy, Géza Dávid Turi, Poul Kallsberg,
Gult kort: Hallur Hansson, Hanus Sørensen, Jóannes K. Danielsen
Venjari: Eyðun Klakstein
Hjálparvenjari: Atli Gregersen