Gunnar, Christian og Ari við Silkeborg - Hallur sjúkur

Hallur Hansson verður ikki við hópinum hjá Aab í kvøld, tá teir í kvøld spæla móti Silkeborg, sum hevur tríggjar føroyingar í hópinum.

 

Gunnar Nielsen er við fyri fyrstu ferð og skal helst standa í mál frá byrjan. Eisini Christian Lamhauge Holst og Ari Mohr Jónsson eru við hópinum hjá Silkeborg.

 

Føroyski landsliðsmálmaðurin skifti í farnu viku til Silkeborg. Lasse Heinze, sum hevur verið fyrsta val í málinum, hevru verið undir skurð og er ikki tøkur til dystin. Tí er sannlíkt, at Gunnar Nielsen stendur í málinum frá byrjan í kvøld.

 

Hallur Hansson hevur ligið sjúkur við febri í tríggjar dagar og verður tí ikki við. Annars eru allir spælarar hjá AaB klárir og hetta ger tað trongligt hjá Halli í løtuni.

 

Dysturin byrjar klokkan 18.00 føroyska tíð. TV3 Sport 1 vísur dystin og byrjar at senda klokkan 17.30.