Tað hevur eftir tógvið stíð eydnast at fingið útvega Gunnari Nielsen, landsliðsmálverjanum, innfararloyvi til Kasakstan.
- Eg havi fingið eina váttan, sum sigur at eg havi fingið innfararloyvi til Kasakstan, sigur Gunnar Nielsen úr Frankfurt í Týsklandi, har hann hevur yvirnáttað, tí hann ikki slapp til Kasakstan í gjár.
Hoyr samrøðuna við Gunnar Nielsen við at trýsta á pílin undir myndini.
Málið í stuttum:
Framhaldssøgan um Gunnar og ferðin til Kasakstan
Fótbóltssamband Føroya fer til sendistovuna hjá Kasakstan í Berlin í Týsklandi við passunum hjá føroysku landsliðsspælarunum. Allir fáa innfararloyvi til Kasakstan. FSF heitar síðani øll passini og fer til Danmarkar.
Her verður passið hjá Gunnari Nielsen sent til Motherwell við einum sokallaðum “Recommended Letter”, sum eigur at koma fram innan tveir dagar. Trupulleikin er, at passið kemur ongantíð fram.
Gunnar Nielen fer týsdagin fyrrapart til donsku sendistovuna í London og fær eitt fyribils pass. Við hesum kemur hann til Danmarkar mánadagin og ætlanin er, at hann síðani skal flúgva við hinum spælaraunum, sum seint seinnapartin fara umvegis Frankfurt til Kasakstan.
Tað letur seg ikki gera, tí reglugerðin sigur, at fyri at kom inn í Kasakstan skalt tú hava vanligt gyldigt pass. Tí stendur Gunnar Nielsen eftir í Kastrup, tá ferðalagið hjá A-landsliðnum fer í flúgvarin til Kasakstan.
Mikudagin verður so skipað fyri, at Gunnar Nielsen fær nýtt pass í Danmark, men tíðarmunurin, sum er fimm tímar, ger at tá Gunnar eina ferð fær sítt pass í Danmark, tá er klokkan longu um 15 í Kasakstan og tá er ikki leingi til at kontórið hjá mynduleikunum í Kasakstan letur aftur.
Gunnar Nielsen og FSF semjast um, at landsliðsmálverjin skal fara í flúgvarin og seta kós móti Kasakstan, hóast hann ikki hevur fingið innfaraloyvi. Gunnar kemur til Frankfurt í Týsklandi, men sleppur ikki í flúgvaran til Kasakstan, tí hann ikki kann vísa á váttan um innfararloyvi.
Í dag hevur hann so fingið váttan um innfararloyvi til Kasakstan, tá hann tíðliga kasakstanska tíð í morgin lendur í Astana.