Gunnar ikki tættur longur

Tað skuldi eitt brotsspark til, áðrenn Gunnar Nielsen lat mál ígjøgnum í Íslandi

Stjarnan og Gunnar Nielsen mistu í 3. umfari í Úrvalsdeildini fyrstu stigini, tá teir spældu 1-1 móti Leiknir. Hetta er fyrsta málið, sum er farið í gjøgnum hjá Gunnari í hesum kappingarárinum.

 

Stjarnan kom annars sum vænta á odda í fyrra hálvleiki við máli, sum Jeppe Hansen skoraði. Einki mál er komið í gjøgnum hjá Gunnari í tveimum teimum fyrstu dystunum, men eitt korter fyri tíð í triðja dystinum gekk ikki longur. Leiknir fekk brotsspark og tað umsetti Hilmar Árni Halldórsson til mál.

 

Stjarnan er framvegis oddalið í Úrvalsdeildini við 7 stigum fyri tríggjar dystir.