Gunnar Vatnhamar var sum vant við frá dystarbyrjan, tá Víkingur Reykjavík spældi dyst móti FH á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfirði í kvøld.
Tað vóru bara farnir fimm minuttir av dystinum, so mátti Gunnar av vøllinum við skaða.
Víkingur Reykjavík skal komandi hóskvøld klokkan 19.15 spæla fyrra dystin í triðja undanumfarinum í Conference League móti Flora Talinn á Víkingsleikvøllinum, og tað er avgjørt ein strika í rokningini hjá Gunnari og hjá Víkingi Reykavík.
Víkingur Reykjavík vann tó dystin á FH í kvøld. FH var á odda 2-1 í steðginum, men í seinna hálvleiki eydnaðist Víkingi at venda dystinum til ein sigur.
FH-Víkingur Reykjavík 2-3 (2-1)
0-1 Helgi Guðjónsson ('3 )
1-1 Kjartan Kári Halldórsson ('8 )
2-1 Björn Daníel Sverrisson ('11 )
2-2 Valdimar Þór Ingimundarson ('65 )
2-3 Valdimar Þór Ingimundarson ('80 )
Víkingur er fremst í bestu fótbóltsdeildini í Íslandi við 39 stigum. Teir eru níggj stig frammanfyri liðið hjá Patriki Johannesen, Breiðablik, ið tó hevur spælt tveir dystir færri enn Víkingur.