Hóast tað longu nú er greitt, at Manchester City skal spæla Europa League komandi ár, og at liðið í besta føri endar á einum fimta plássi í Premier League, og í ringasta føri á einum sætta plássi, so er útidysturin hjá Manchester City ímóti West Ham ?týdningarmikil? sambært venjaranum, Roberto Mancini.
Í samrøðu við Manchester Evening News, sigur Roberto Mancini: - Tað er týdningarmikið at vinna á West Ham í morgin. Vit vilja ógvuliga fegnir gerast nummar fimm í Premier League.
Og so sleppur Mancini eina bumbu fyri øllum fótbóltshugaðum føroyingum í Manchester Evening News: - Vit vilja gjarna vinna ímóti West Ham. Fyri meg hevur tað stóran týdning. Í mun til dystin ímóti Tottenham fari eg kanska at gera eina ella tvær broytingar, tí onkur spælari er troyttur, aftaná eitt langt kappingarár. Men tað fara at verða fáar broytingar á liðnum, slær Roberto Mancini fast yvirfyri Manchester Evening News.
Hetta merkir, at Gunnar Nielsen ikki fær løn fyri sítt tolni og trúfesti í Manchester City eitt heilt kappingarár, men at ungarin, Marton Fulop, sum kom á gátt hjá Manchester City fyri hálvaðru viku síðani aftur skal verja málið hjá Manchester City í morgin.
Marton Fulop hevði góðar bjargingar í heimadystunum ímóti Aston Villa og Tottenham, men hann var ikki sakleysur í málunum, sum vóru skoraði ímóti honum.
Tað skal tó sigast, at Manchester City fær 500.000 pund meir, um liðið endar sum nummar fimm, í mun til, at liðið endar sum nummar seks í Premier League.