Gunnar Nielsen: Hetta er sera skuffandi

Landsliðið: Landsliðsmálverjin iðrar seg um støðuna, sum hevur tvingað hann at geva avboð

Í dag boðaði Fótbóltssambandið frá, at Gunnar Nielsen og Kaj Leo í Bartalsstovu hava givið avboð til komandi landsdystirnar. Orsøkin er karvið um sóttarhald, tá fólk koma úr Íslandi, men landsliðsmálverjin undrast á, at spælararnir úr Andorra kunnu koma til landið.

- Tað er sera skuffandi, at eg ikki kann vera við. Eg var klárur, men fekk at vita frá FSF, at vit fáa ikki loyvi at koma til Føroyar, uttan at vit skulu í sóttarhald. Tað at spæla á landsliðnum er tað størsta sum er, og eg havi tað ikki gott við at skula sita yvir til landsdystir, sigur Gunnar Nielsen.

Hann er greiður yvir, at sjálvandi skulu fólk fylgja reglugerðini, men í hesum førinum eru tvær støður, sum gera um seg. Fyri tað fyrsta, so verður Gunnar Nielsen innlimaður í ein bólk, sum er fyri seg sjálvan alla samlingina. Fyri tað næsta, so koma spælararnir hjá mótstøðuliðnum úr einum ”reyðum landi”.

- Tað er serliga erguligt, at tað ikki ber til at finna eina loysn við myndugleikunum í Føroyum, tá tú hugsar um, at Andorra er eisini er reytt land. Teir sleppa til Føroya at spæla, men eg virði sjálvandi reglurnar, sigur ein vónbrotin Gunnar Nielsen.

Hann mátti eisini geva avboð til seinna dystin í seinastu landsliðssamling.