Føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen vardi málið, og tveir møguligir framtíðar landsliðsleikarar, Bjarni Þór Viðarsson og Davíð Þór Viðarsson byrjaðu inni fyri FH á miðvøllinum, tá FH á útivølli í dysti i kvøld vann seg uppá oddasessin í íslendsku pepsideildini, aftaná ein 1-0 sigur á Breiðablik á útivølli. Bjarni Þór Viðarsson var skiftur út, tá 72 minuttir vóru farnir av dystinum.
Emil Pálsson skeyt sigursmálið fyri hafnfirðingar longu tá fimm minuttir vóru leiktir av oddauppgerðini. Morgunblaðið boðar ikki frá tí mest strævna dystinum fyri Gunnar Nielsen í FH-málinum. Breiðablik hevði onkrar royndir á málið hjá FH, sum endaðu uttanfyri málrammuna. FH hevði aðrar naskar royndir umframt sigursmálið.
Næsti dystur hjá FH er á útivølli ímóti Vali. Tað er sera javnt og spennandi í oddinum í pepsideildina, sum støðan eisini boðar frá :
1 | FH | 7 | 4 | 2 | 1 | 10:4 | 14 |
2 | Víkingur Ólafsvík | 7 | 4 | 2 | 1 | 11:9 | 14 |
3 | Fjölnir | 7 | 4 | 1 | 2 | 13:8 | 13 |
4 | ÍBV | 7 | 4 | 1 | 2 | 10:6 | 13 |
5 | Breiðablik | 7 | 4 | 0 | 3 | 8:7 | 12 |
6 | Stjarnan | 7 | 3 | 2 | 2 | 13:8 | 11 |
7 | Valur | 7 | 3 | 1 | 3 | 13:9 | 10 |
8 | KR | 7 | 2 | 3 | 2 | 6:6 | 9 |
9 | Víkingur Reykjavík | 7 | 2 | 2 | 3 | 10:9 | 8 |
10 | Þróttur Reykjavík | 7 | 2 | 1 | 4 | 6:16 | 7 |
11 | ÍA | 7 | 1 | 1 | 5 | 5:14 | 4 |
12 | Fylkir | 7 | 0 | 2 | 5 | 4:13 | 2 |