Gunnar og liðfelagarnir skriva søgu á Kýpros í dag

Víkingur Reykjavík spælir í dag fyrsta dystin í Conference League deildini

Landsliðsleikarin, Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík spæla seinnapartin klokkan 17.45 fyrsta dystin í Conference League deildarspælinum.

 

Talan er um fyrsta dystin hjá Víkingi í einum evropeiskum bólka/deildarspæli, og tískil verður søga skrivað, tá dysturin verður bríkslaður í gongd.

 

Víkingur spælir á útivølli móti kýpriotiska liðnum, Omonia.

 

Omonia er greiður favorittur hjá veddingarfyritøkunum.

 

Hósdagin 24. oktober spælir Víkingur Reykjavík dyst á heimavølli móti belgiska liðnum, Cercle Brügge. Orsaka av minni góðu ljósviðurskiftunum á Kópavogsvøllinum byrjar dysturin longu klokkan 15.30.

 

Sostatt slapp Víkingur undan at spæla sínar heimadystir á Tórsvølli, men teir spæla sínar heimadystir móti Borac Banja Luka og Djurgården so tíðliga sum klokkan 14.30, og klokkan 13. Tað høvdu teir so sloppið undan á Tórsvølli, men tað var prísurin fyri at spæla heimadystirnar í Íslandi.