Tað gongur sum eftir ánni hjá Gunnari Vatnhamar og liðfeløgunum í Víkingi Reykjavík.
Víkingur er við 53 stigum 11 stig frammanfyri Val á øðrum plássinum í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.
Víkingur vann í kvøld stórsigur 4-0 á Vali á útivølli.
Bert tríggir minuttir vóru farnir av dystinum hevði Nikolaj Hansen lagt Víking á odda. Tá 27 minuttir vóru farnir økti Birnir Snær Ingason til 2-0.
Í seinna hálvleiki øktu Logi Tómasson og Danijel Dejan Djuric um leiðsluna hjá Víkingi.
Víkingur og Valur hava sjey dystir eftir at spæla áðrenn kappingin endar, so tað skal nógv til hjá Vali at fáa Víking aftur.
Mánakvøldið 28. august verður føroyingauppgerð. Tá taka Gunnar og liðfelagarnir móti Klæminti A. Olsen og liðfeløgunum í Breiðablik.