Gunnar Nielsen vardi málið hjá Silkeborg, sum í kvøld tapti 1-0 fyri AaB í donsku Superliguni. Christian Lamhauge Holst kom á vøllin seinastu tríggjar minuttirnar, meðan Ari Mohr Jónsson ikki kom á vøllin fyri vitjandi liðið úr Silkeborg.
Einsamalla málið í dystinum skoraði Nicklas Helenius tveir minuttir inn í seinna hálvleik. Hann stóð púra leysur inni í fimm metrinum eftir innlegg og Gunnar Nielsen kundi einki gera við málið. AaB var nærri at økja enn Silkeborg var at javna. Millum annað rakti teir stongina og brendu minst ein stóran møguleika, tá Kasper Kusk ikki rakti málið úr stuttari fjarstøðu.
Hallur Hansson, sum er tengdur at AaB, var ikki við vegna sjúku.
Hetta er fyrsti sigurin hjá AaB í nýggja árinum, meðan Silkeborg framvegis liggur aftast. Komandi uppgávan hjá Silkeborg er móti AGF hósdagin.