Gunnar og Stjarnan vunnu knúsandi sigur

Stjarnan hevði sanna málveitslu á heimavølli ígjár

Tað gjørdist dagur í viku hjá føroyska landsliðsmálverjanum, Gunnari Nielsen og liðfeløgum hansara í bestu íslendsku fótbóltsdeildini ígjár.

 

Stjarnan tók ímóti gamla liðnum hjá Símuni Samuelsen, Keflavík á heimavølli og talan gjørdist um ein knúsandi 7-0 sigur til Stjarnuna. Longu tá 18 minuttir vóru leiktir varð støðan 3-0 til Stjarnuna. Guðjón Baldvinsson gekk undan við trimum málum. Halldór Orri Björnsson, Heiðar Ægisson, Jeppe Hansen og Þórhallur Kári Knútsson skutu eitt mál í part í stórsigrinum.

 

Gunnar hevði nakrar bjargingar í dystinum, men Stjarnan var greitt omaná allan dystin. Sambært Morgunblaðnum hevði Stjarnan 20 royndir á málið hjá Keflavík, 18 av teimum innanfyri rammurnar, meðan Keflavík hevði bara fimm royndir á málið hjá Gunnari, og bara tríggjar av teimum innanfyri rammurnar.

 

Stjarnan liggur á sætta plássi við 30 stigum, trý stig eru upp til Val og Fjölnir, nú bert eitt umfar er eftir at leika í pepsideildini. 

 

Leygardagin endar Stjarnan kappingarári við útidysti ímóti Vali. Valur er íslendskur steypavinnari, og triðja plássi kann ikki røkkast hjá Stjarnuni. KR er nummar trý við 39 stigum. Sostatt verður eingin evropeisk avbjóðing til Stjarnuna komandi kappingarár. 

 

FH av Hafnafjørðinum er enn einaferð íslendskur meistari. Tað gjørdist greitt, tá FH á heimavølli vann 2-1 á Fjölni ígjár. Hetta er sjeyndu ferð síðani 2004, at nýggja stórfelagið í Íslandi fer við gullinum í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.