Nú er tað ikki meiri enn nakar minnist Gunnar Mikkelsen.
Men tað var hann, sum vann donsku sjónvarpskappingina, Stjerne for en aften í 2003 við Travis landapláguni, Why Does it Always Rain on Me?
Úrslitið var, at hann gav eina fløgu út, sum ikki fekk tey bestu orðini við á vegnum og so hvarv hann, sum so nógv onnur, ið eisini hava vunnið slíkar kappingar.
Men nú átta ár seinni, er hann risin upp aftur, hesuferð undir navninum, Saint Kodiak.
Hesi seinastu árini hevur hann roynt at finna síni egnu tónlistarligu bein at standa á langt burtur frá ljóskastarum og sms-atkvøðum og nú ætlar hann at geva eina nýggja fløgu út.
Longu nú er ein smakkiroynd á internetinum, sum tað ber til at taka niður og tey løgini finnast á www.saintkodiak.bandcamp.com
Í einum tíðindaskrivi siga tey, at tónleikurin spennir frá rokki, country til elektroniskan tónleik og Gunnar, ella Saint Kodiak, sum nú er 29 ára gamalur og býr í Oslo, hevur skrivað bæði orð og løg.