Í FH kunnu tey fegnast. FH vann í kvøld 2-1 á KA í hálvlfinaluni í íslendsku steypakappingini.
Men sæð við føroyskum landsliðsbrillum ber illa til at fegnast. Gunnar Nielsen, ið kappast við Teit Matras Gestsson at verja málið hjá landsliðnum sat í kvøld, triðja dystin á rað á beinkinum hjá FH.
Aftur í kvøld vardi Atli Gunnar Guðmundsson málið hjá FH, og í løtuni sær svart út við føroyskari spælitíð í FH.
KA kom á odda tíðliga í fyrra hálvleiki, og var leingi á sigurskós. Tá 70 minuttir vóru farnir av dystinum fekk Bryan Van Den Bogaert hjá KA reyða kortið, og hetta dugdi FH at gagnnýta.
Fýra minuttir seinni javnaði Oliver Heiðarsson til 1-1, og langt inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat gjørdist Davíð Snær Jóhansson stóra hetjan hjá FH, tá hann skoraði sigursmálið.
Í steypafinaluni 1. oktober møtir FH verandi steypavinnarunum, Víkingi Reykjavík.
FH 2 - 1 KA
0-1 Elfar Árni Aðalsteinsson ('18)
1-1 Oliver Heiðarsson ('74)
2-1 Davíð Snær Jóhannsson ('93)