Gunnar var í heimsflokki

Heðin Askham skrivaði seinnapartin søgu sum fyrsti føroyski landsliðsvenjarin, sum vinnur landsdyst móti Íslandi. Og venjarin var sjálvsagt ovurfegin eftir dystin.

- Hetta var ein arbeiðssigur, og okkara spæl var á høgum støði eftir føroyskum mátistokki. Tað var løgið, at vit fingu mál eftir somu frísparksstøður, sum vit vandu undir venjing í gjár. Tá riggaði tað ikki veruliga, men í dag lá væl fyri, sigur Heðin Askham við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum, sum er errin av avrikinum hjá málverjanum Gunnar Nielsen.

- Vit høvdu ein málverja í heimsflokki í dag. Einki er at ivast í, at Gunnar Nielsen átti avgerandi leiklut í sigrinum í dag, staðfestir Heðin Askham á www.fsf.fo.