Gunnar Vatnhamar og Víkingur Reykjavík fáa føroyskar dómarar

Jóhan Hendrik Ellefsen skal leiða dystin millum Víking Reykjavík og Egnatia

Í kvøld klokkan 19.45 spæla Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnar í Víkingi Reykjavík fyrra dystin í øðrum undanumfarinum í Conference League.

 

Á Víkingavøllinum í Reykjavík verður albanska meistaraliðið, Egnatia mótstøðuliðið hjá Víkingi Reykjavík.

 

Tað verður ein føroysk dómarakvartett, ið fer at døma dystin millum Víking og Egnatia.

 

Jóhan Hendrik Ellefsen verður høvuðsdómari. Hjálpardómarar vera Jørleif Djurhuus og Dan Petur Højgaard. Fjórði dómari verður Dagfinn Forná.