Gunnhild er nývald forkvinna

Flokstingið hjá Tjóðveldinum valdi fríggjakvøldið nýggja forkvinnu í aðalstjórnini

Gunnhild Dahl Niclasen er nývald forkvinna í aðalstjórnini hjá Tjóðveldinum. Tað varð greitt fríggjakvøldið á flokstinginum, sum tað fríggjakvøldið varð farið undir.

 

Petur í Gong, sum hevur verið formaður í aðalstjórnini, hevði boðað frá, at hann stillaði ikki uppaftur.

Talan var um stríðsval. Norðoya Tjóðveldisfelag stillaði Gunnhild Dahl Niclassen upp, og Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag stillaði Emil Hermansen upp.

Eftir atkvøðugreiðsluna var greitt, at Gunnhild Dahl Niclasen hevði munin.

Flokstingið heldur fram leygarmorgunin í Tekniska skúla í Klaksvík.