Gunvá stendur sterk

Valúrslitið úr Klaksvík staðfestir, at meirilutin í býráðnum er styrktur, men fínteljingin kann broyta hetta.

Hóast Karl Johansen, valstýrisformaður, hevur lisið úrslitið upp og harvið eisini býtið av býráðslimum, so eru tey í Klaksvík ikki liðug at bíta negl enn.

Tað ríður nevnliga um snarið millum Fólka- og Javnaðarflokkin, men sum úrsltið er beint nú, so hevur Fólkaflokkurin við Gunvá við Keldu sum greiðum toppskorara, hildið fast um sína manning. Hartil gongur Sjálvstýrisflokkurin fram, soleiðis at verandi meiriluti – um hesin verður endurskipaður – nú telur sjey av 11 býráðslimum.

Enn ber tó ikki til at staðfesta, um samgongan heldur fram. Við Sjónvarpið hjá Kringvarpinum søgdu tó bæði Gunvá við Keldu og Jógvan Skorheim, at tey fyrst og fremst fara at tosa saman um framhald av samstarvinum, og so er ikki stórvegis annað hjá hinum flokkunum at gera enn at bíða. Tað hevur tó verið róð framundir, at Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi fara at bjóða Jógvani Skorheim borgarstjórasessin í eini roynd at koma fram at valdinum.

Tey valdu í Klaksvíkar kommunu eru hesi:

LISTI A GUNVÁ VIÐ KELDU 302

LISTI E STEINBJØRN O. JACOBSEN 244

LISTI D JÓGVAN SKORHEIM 230

LISTI E ÓLUVA KLETTSKARÐ 211

LISTI C SIGNHILD VILHELMSDÓTTIR JOHANNESEN 182

LISTI A ELISABETH M. GUNNLEYGSDÓTTIR 138

LISTI D KRISTIAN ELI ZACHARIASEN 116

LISTI A EYÐSTEIN Ó. POULSEN 108

LISTI A ATLI S. JUSTINUSSEN 107

LISTI A HERFRÍÐ SØRENSEN 87

LISTI E JÓHANN LÚTZEN 72