Gutti í Innistovu í Hvannasundi 85 ár

Í dag fyllir Gutti í Innistovu 85 ár.

3. mars fyri fýra árum síðani trein eg fyri fyrstu ferð inn í gongina hjá Gutta í Innistovu í Hvannasundi. Hann segði mær, at hann hevði føðingardag hendan dagin og skjótt for konan, Ruth at stakast við einum drekkamunni, ið var eitt sindur út yvir tað vanliga, soleiðis um drekkamunnar føðingardagar vanliga eru.

Eg var farin undir kanningararbeiðið í samband við ævisøguna um Kaj
Johannesen úr Hvannasundi, og Gutti kom at gerast ein av mínum hollastu
keldum. Tað var ikki av tilvild, at eg stóð í stovuni hjá Gutta. Tey høvdu
fortalt mær frammanundan, at hann var ein maður, sum stóð Kaj nær, ein
maður sum hevði verið nógv saman við Kaj , ein maður, sum kundi telja mín høvðuspersón upp í sín vinaskara.

Og satt at siga, so misti eg mótið eina løtu, har eg stóð á køksgólvinum og
eygleiddi æðurnar, sum lógu og andøvdu beint uttanfyri. Gutti býr heilt
niðri í fjøruni, skamt frá barndómsheiminum hjá Kaj og eystfallið, ella tað
sum er eftir av tí, nú byrging er fyri sundið skvatlar niðan móti túninum,
tríggjar alin frá her eg standi. Hann sá ússaligur út henda dagin, har hann
stóð á gólvinum, bleikur og følin, og eg ivaðist í, um hann fór at liva nóg
leingi, at gerast ein munagóð kelda til mítt verk.

"Tað lekur," segði hann við meg. "Tað lekur blóð inni í maganum. Tað eru
tuberklarnir sum eru orsøkin. Eg havi drigist við tuberklar síðan í seinnu
helvt av tríatiárunum. Avleiðingarnar av teimum eru altíð nærverandi. Men
nú skal eg skjótt niður og so fara teir at tetta lekan og tá verður betri,"
segði Gutti og dróg sin prúða kropp eftir gólvinum inn í stovuna og niðan
móti bratta hóttandi fjallinum omanfyri. Gutti fór niður, lekin varð tettur
við lasarstrálum og hann ernaðist og gjørdist at kalla frískur.

Allir journalistar og granskandi rithøvundar kenna til, hvussu tað
kennist, tá ið ein sjálvur veit lítið um eitt evni, og ein stendur
frammanfyri einum, sum veit nógv um eitt evni. Tá kemur eyðmýkt fram.
Gutti tosaði eina góða løtu, eg spurdi og tá ið eg fór út aftur hevði eg enn
fleiri spurningar í høvdinum enn svør. Soleiðis byrjaði okkara vinalag, sum
tó mest hevur verið yvir telefonina. Eg havi funnið fram til hendingar í
lívinum hjá Kaj gjøgnum skjøl og frásagnir og Gutti hevur sett hesar í rætt
perspektiv við sínum frágera minni, og við sínum lívsroyndum saman við Kaj.

Kaj var 10 ára gamal, tá ið Gutti var føddur og hann var vorðin
álitismaður á skipi og báti, tá ið Gutti kom til manns. Teir komu at
fylgjast fyrst við skonnartini "Karini" í 1936, síðan "John Bull" í 1937 og
1938 og so aftur við "Skálabergi" í 1939. Gutti sum vanligur maður á
dekkinum og Kaj sum skipari. Tuberklarnir gjørdu um seg undir krígnum, og komu at merkja Gutta fyri lívið. Hann gjørdist ongantíð heilt arbeiðsførur aftur, og kom at liggja leingi heima. Hann kláraði ikki tað tyngsta arbeiðið umborð á skipi leingi, hóast mansevnini vóru góð. Kaj hugsaði, at Gutta tørvaði eins nógv eina dagløn og teir vingarðsmenn, sum komu fyrst á morgni og hann tók hann við, tá ið heilsan loyvdi Gutta hetta. Gutti kom at vera nógv ár saman við Kaj eftir hetta og eisini við soninum Mortani. Gutti sigldi við "Dragaberg", "Sjúrðarberg", týska "Skálaberg" og seinastu tvey summrini á sjónum baldist hann umborð á "Sildrekanum".

Faðirleggurin hjá Gutta er úr Innistovu. Pápi Gutta og pápi Kaj vuksu upp
saman eitt stutt skifti í gomlu Innistovu. Hon varð brotin niður stutt
eftir at Mortan var komin í Hvannasund og nýggj stór hús bygd oman á.
Vinarlagið millum ´húsini var tætt og er tað enn.

Í móðurlegg er Gutti ættaður úr gomlu bóndahúsunum í Depli. Tey standa enn. Nú býr Tróndur Trondesen í teimum, hann er eftirkomari av einum seinni festara, sum giftist inn í Depli. Undir kanningararbeiðinum vitjaðu Gutti og eg í húsinum í Depli. Hann segði ikki nógv hesa løtuna, meðan vit vóru inni. Nógv minnir komu fram í høvdinum, og eyguni vættust, nú hann stóð aftur í roykstovuni, har mamman leikaði sum smágenta, har omman og abbin búðu, og har fleiri ættarlið undan í hansara ætt høvdu búleikast.
Samfelagið tódnar alsamt í dag, nú tunnlar og nýggir vegir gera Føroyar
minni og minni. Tá ið Gutti var smádrongur var tað ein stór ferð at flyta
seg um sundið og ganga av Oyruni og heim í Depil. Tað var ein heilt annar
heimur og tað var hendan heimin Gutti hugsaði um á roykstovugólvinum, meðan eg prátaði við Trond Trondesen í Depli, sum sat nývaknaður á bonkinum uttan fyri uppreiddu koyggjuna.

Konan Ruth er ættað av Kirkju, og hon hevur lítið av tí seigliga og róliga
lyndinum hjá Gutta. Hon er meira fort, og tað sigst, at bestu hjúnaløgini
eru júst, tá fólk ikki eru eins, meira at kalla mótsetningar. Tá er megi í
hjúnalagnum. Eg havi mangan sitið gott í heiminum hjá teimum báðum, og
onkuntíð hevur hon leskað meg við einum kjøtbita úr Fugloy, tað er betri
kjøt enn nógvar aðrarstaðir í Føroyum. Tey bæði eru ikki heima
føðingardagin, halda til hjá soninum Marius, sum býr í Runavík.

Hjartaliga tillukku við føðingardegnum Gutti og stóra tøkk fyri allar teir
beinar tú hevur veitt mær. Uttan teg og Osvald Sivertsen hinumegin sundið á Oyrunu hevði lítið verið skrivað um Kaj og søguna um bygdirnar við
Hvannasund frá míni hond.

vinarliga

Jústinus Leivsson Eidesgaard, rithøvundur