Guvernørur: 10 deyð í russiskum álopi á handilsmiðstøð

Tað vóru ein 1000 sivil fólk í eini handilsmiðstøð, sum er rakt av russiskum rakettálopi. Tíggju fólk doyðu

 

Tvey fólk sigast vera deyð eftir rakettálop á eina handilsmiðstøð miðskeiðis í Ukraina. - Foto: State Emergency Service Of Ukrai/Reuters

Ein handilsmiðstøð í býnum Krementjuk miðskeiðis í Ukraina er í dag rakt av einum russiskum rakettálopi.

Tað sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj.

Forsetin upplýsir, at tað vóru yvir 1000 fólk inni í miðstøðini. Eldur kom handilsmiðstøðina av rakettálopinum, verður sagt.

– Tað er ógjørligt yvirhøvur at ímynda sær, hvussu nógv offur eru, skrivar Zelenskyj á samskiftistænastuni Telegram.

– Miðstøðin var eingin hóttan fyri russiska herin – einki strategiskt virði. Fólk vilja bara liva eitt vanligt lív, og tað argar russararnar. Vegna teirra hjálparloysi heldur Russland fram við at raka sivil fólk, skrivar forsetin sambært bretska BBC.

Hann leggur afturat, at tað er nyttuleyst at vóna sóma og mannatokka frá Russlandi.

Dmytro Lunin, guvernørur úr Poltava-økinum, har Krementjuk er, sigur í kvøld, at minst tíggju fólk eru deyð í álopinum.

Harumframt eru 40 særd.

Vitalij Meletskij, sum er borgarstjóri í Kremenjuk, sigur, at álopið hevur dripið og sært fólk. Hann hevur tó einki sagt um, hvussu nógv.

Ein talsmaður fyri ST, Stephane Dujarric, hevur fordømt álopið.

– Einki slag av sivilum infrastrukturi – eisini sjálvandi handilsmiðstøðir – og eingin sivil skulu nakrantíð vera mál fyri álopi, sigur hann.

Ídnaðarbýurin Krementjuk er miðskeiðis í Ukraina við stóru ánna Dnipro.

Í býnum búðu eitt sindur fleiri enn 200.000 fólk, tá Russland gjørdi innrás í Ukrana 24. februar. Hann er umleið 300 kilometrar í ein landssynning úr Kyiv.

Størsta oljureinsiverkið í Ukraina er í Krementjuk.

Kríggið í Ukraina hevur nú vart í yvir fýra mánaðir.

Zelenskyj forseti hevur fleiri ferðir seinastu tíðina heitt á lond í vesturheiminum at økja teirra stuðul við vápnum og hernaðarútgerð til Ukraina.

/ritzau/Reuters

 

Tvey fólk sigast vera deyð eftir rakettálop á eina handilsmiðstøð miðskeiðis í Ukraina. - Foto: State Emergency Service Of Ukrai/Reuters