Guvernørur: Russiskt álop drap 21 í Dnipropetrovsk

11 fólk doyðu í Nikopol, og 10 eru deyð í Marhenets í nátt, upplýsir urkainskur guvernørur.

 

AFP/Ritzau Scanpix

Valentyn Reznitjenko, sum er guvernørur í ukrainska landspartinum Dnipropetrovosk, skrivar í morgu á boðtænastuni Telegram, at russisk bumbuálop í nátt hava kostað 21 mannalív í landspartinum.

11 fólk eru deyð í Nikopol, meðan 10 eru deyð í Marhanets, upplýsir guvernørurin.

Landsparturin Dnipropetrovsk er í eystara parti av Ukraina.

Upplýsingarnar hjá guvernørinum eru enn ikki alment váttaðar.

/ritzau/Reuters

 

 

AFP/Ritzau Scanpix