Guvernørur skrivar undir lóg sum bannar abortpillarum í Wyoming

Brýtur tú forboðið ímóti abortpillarum í Wyoming, kanst tú revast við fongsli í seks mánaðir

 

Republikanski Mark Gordon, sum er guvernørur í Wyoming, skrivaði í gjár undir eina lóg, sum bannar abortpillarum. (Arkivfoto). - Foto: Michael Cummo/Ritzau Scanpix

Republikanski guvernørurin í Wyoming, Mark Gordon, skrivaði í gjár undir eina lóg, sum ger tað ólógligt at brúka abortpillarar í statinum.

Lógin varð samtykt í lóggevandi tinginum í statinum fyrr í mánaðinum og vantaði bara undirskriftina hjá guvernørinum.

Við lógini verður tað ólógligt at »útskriva, lata, býta út, selja ella brúka einhvønn heilivág, sum hevur til endamáls at fremja ein abort«.

Sonevndi angripillarar, sum verða tiknir eftir samløgu, og áðrenn staðfest er, at kvinna er við barn, er ikki við í lógini.

Tað er eisini eitt undantak fyri viðgerð, sum verður mett fyri at verja eina kvinnu ímóti »stóran vanda, sum kann seta lív ella heilsu hennara í vanda«.

Harumframt er viðgerð av spontanum abortum framvegis lóglig.

Brot á forboðið verður mett sum lógarbrot, sum kann revsast við upp til seks mánaðir fongsul og bót upp á upp til 9.000 dollarar.

9.000 dollarar eru umleið 63.000 krónur.

Lógin treytar tó, at ein kvinna, sum hevur fingið medisinskan abort ikki skal ákærast í revsimáli.

Guvernørurin sigur eisini, at hann vil loyva aðrari lógarbroyting, sum bannar vanligum aborti. Tað er tó eisini við tí undantaki, at abort framvegis er lógligt, um tað verjir heilsu ella lív hjá mammuni, og um talan er um blóðskemd ella neyðtøku.

Tað verður eisini givið undantak, um læknar meta, at fostrinum ikki er lív lagað vegna brek.

Viðhaldsfólk fyri fríum aborti hava longu áðrenn guvernørurin hevur skrivað undir kært lógina við sakarkravi fyri at steðga lógarbroytingini.

Rættligt stríð um abort er vaksandi í USA í kjalarvørrinum av avgerðina frá landsins hægstarætti í fjør. Avgerðin broytti søguliga »Roe v. Wade« frá 1973, sum tryggjaði frían abort í USA.

/ritzau/Reuters

 

Republikanski Mark Gordon, sum er guvernørur í Wyoming, skrivaði í gjár undir eina lóg, sum bannar abortpillarum. (Arkivfoto). - Foto: Michael Cummo/Ritzau Scanpix