Tað lá í luftini, at talan skuldi verða um eitt tað besta úrslitið nakrantíð í undankappingardysti, og tað gjørdist eitt tað størsta vónbrotið nakrantíð!
Føroyar vóru á odda 1-0 í Tallinn, inntil vanliga leiktíðin var farin.
Men so gekk tað ikki meiri. Í evstu løtu í vanligu leiktíðini javnaði Estland, og í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat, skoraði heimaliðið aftur, og so var 2-1 til Estland!
Eitt ógvuliga stórt vónbrot fyri Føroyar og óføru spælararnar, sum høvdu kempað og stríðst ógvuliga væl, og sum høvdu verið á odda í ein tíma!
---------
85 min.
0-1
Tað leikar hart á. Tættast við var heimaliðið, tá ið bólturin eftir fríspark úr 22 metrum eitt sindur til vinstru brast í handara stólpan og fór framvið málstrikuni!
Bogi Løkin hevur loyst Jann Inga Petersen av (85.).
80 min.
0-1
Gongdin er tann sama. Jóan Símun Edmundsson hevur við framúr einmansavriki fleiri ferðir sett heimaliðið undir trýst. Eisini tá ið hann hevur samanspælt við Christian Lamhauge Holst.
--------
75 min.
0-1
Trýstið er økt eitt sindur.
Símun Samuelsen er farin út, og í hansara stað er komin Jústinus R. Hansen, sum er komin fyri fyrstu ferð inn á føroyska landsliðið.
-----
70 min.
0-1
Jákup á Borg er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Rógvi Poulsen (67.). Harvið er landsliðstíðin hjá Jákupi á Borg av.
Føroysku spælararnir eru sera grammir, og tað er ikki frítt, at heimamenninir eru frustreraðir!
-----
65 min.
0-1
----
60 min.
0-1
Gongdin er tann sama, sum hon hevur verið. Gunnar Nielsen hevur onkra ferðina verið stinnur í luftini eftir innlegg, men heilt vandamikið hevur tað ikki verið!
-----
55 min.
0-1
Estlendingar tykjast ætla sær at leggja trýst á, men føroyska liðið stendur sera væl í verjustøðuni, og í hinum endanum lúrir møguleikin altíð fyri, at sera væl upplagdi Jóan Símun Edmundsson skal gera ein vørr!
-----
45 min.
0-1
Hálvleikur
Hóast heimaliðið hevur verið omaná, so hevur føroyska liðið ikki verið niðurspælt, og støðan er 1-0 til Føroyar!!
-----------
40 min.
0-1
Estlendska trýstið er økt aftur. Fleiri deyðbóltsstøður hava verið vandamiklar, og eftir skotroynd úr 20 metrum smeyg bólturin sær dygst framvið stólparótini.
Jóan Símun Edmundsson hevur sæð gult fyri fríspark (36.).
Gunnar Nielsen hevur sæð gult fyri at dølla sær í sambandi við fríspark (40.).
-----------
35 min.
0-1
Tað er ikki frítt, at føroyska leiðslumálið hevur skelkað estlendingar. Fróði Benjaminsen royndi seg við høvdinum eftir innlegg úr vinstru. Í næsta estlendska álopinum gjørdi Fróði fríspark mitt fyri, men frísparksroyndin úr 22 metrum varð send í manngarðin.
------------
30 min.
0-1
0-1: Jóan Símun Edmundsson 28.
Jóan Símun Edmundsson høgdi av brotsteigarmarkinum og mitt fyri bóltin í málið úti við stólparótina. Símun Samuelsen legði fríspark fram í brotsteigin og eftir eitt sindur av aftur og fram, datt bólturin fyri føturnar á toftamanninum í Newcastele, sum smekkaði til!!
--------
25 min.
0-0
Trýstið er linkað eitt sindur, og føroyingar hava aftur vitjað í brotsteiginum hjá mótstøðumonnunum, sum kortini eru greitt omaná.
Christian Lamhauge Holst sá gult fyri klossuta takling (21.)
----------
20 min.
0-0
Estland hevur aftur havt stóran møguleika, men eftir innlegg úr høgru varð úr átta metrum stútað dygst framvið handaru stólparótini.
---
15 min.
0-0
Tað stendur nógv á. Langskot úr 35 metrum frá nr. 9 hálvbjargaði Gunnar Nielsen til horna, og tá ið bólturin varð lagdur innfyri, bjargaði føroyska verjan á strikuni!
Síðani hava føroyingar havt horna og skotroynd úti frá.
----
10 min.
0-0
Júst nú hevur Estland havt stóran møguleika, men eftir skotroynd eitt sindur úr vinstru fór bólturin framvið handaru stólparótini.
Føroyingar royna at spæla fótbólt!
----
5 min.
0-0
Tað hevur gingið javnt á. Líkindini eru ógvuliga góð at spæla fótbólt.
----
Føroyar: Gunnar Nielsen - Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Johan Troest Davidsen,
Hendrik Rubeksen - Christian Lamhauge Holst , Jákup á Borg, Fróði Benjaminsen, Jann Ingi Petersen, Símun Samuelsen - Jóan Símun Edmundsson