Um hálvgum seks tíðina sunnumorgunin varð ein 19 ára gamal drongur álopin, og hann varð sligin og sparkaður, so hann millum annað misti nakrar tenn. Leygarnáttina vóru óvanliga nógvir politistar í Havnar gøtum, og hetta gjørdi, at fleiri bardagar vórðu fyribyrgdir, sigur politiið.
Men ein ógvusligur tilburður við harðskapi var kortini.
Um hálvgum seks tíðina varð ein 19 ára gamal drongur álopin, og hann varð sligin og sparkaður, so hann millum annað misti nakrar tenn.
Vitni kundu greiða politinum frá, hvør álopsmaðurin var, og tríggjar tímar seinni varð hann handtikin.
Hálvum tólv leygardagin var hann í rættinum, sum varðhaldsfongslaði tann 21 ára gamla mannin í 13 dagar. Tað varð gjørt, tí maðurin í apríl fekk ein treytaðan dóm fyri harðskap.